Fríggjakvøldið 6. juni verður Mentanarnáttin 2014 í Tórshavn.
Hetta er kvøldið, tá fólk fara í býin at spáka og vitja tey mongu tiltøkini, sum eru á Mentanarnáttini. Várframsýningin á Listasavni Føroya letur upp, skipað verður fyri rundvísingum á ymsum stovnum og fyritøkum – eitt nú hjá Ríkisumboðnum og á Landssjúkrahúsinum – og flestu handlar í býnum hava opið til klokkan 23:00.
Sum altíð fer livandi tónleikur at seta dám á Mentanarnáttina, og framførslur verða ymsastaðni í býnum.
Mentanarnáttin verður ofta rópt tann lítla ólavsøkan, og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma í býin til hugna og upplivingar, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða hetta kvøldið.










