Koronuráðgevingin metir tað ikki vera ráðiligt at halda Mentanarnáttina, og vit fylgja sjálvsagt tilmælinum frá myndugleikanum.
Vit á Visit Tórshavn vóna, at tað verður møguligt at halda Mentanarnáttina eftir summarfrítíðina, tá flestu okkara eru koppsett.
Vit harmast sjálvsagt um støðuna og vóna at undirtøkan fyri Mentanarnáttini verður eins stór eftir summarfrítíðina.