Mentanarnátt: Óli úr einari grøv í aðra

Mentanarnáttina hevur Óli Jacobsen sína vanligu ferð í Gamla kirkjugarði í Dr. Jakobsensgøtu í Havn.

Mentanarnáttina - í annaðkvøld - hevur Óli Jacobsen sína vanligu ferð í Gamla kirkjugarði í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, og tiltakið byrjar klokkan 16.30.

 

Tað var í 2007, at Óli byrjaði sína greinarøð um søguna aftan fyri gravsteinarnar í hesum kirkjugarði. Henda røðin kom upp á 237 greinar.

 

Søgan aftan fyri allar teir 300 gravsteinarnar við lesiligari innskrift er lýst. Her er talan um umleið 500 nøvn.

 

Her er skrivað ein stórur partur av søguni hjá havnarborgarum, har teir flestu eru føddir í 1800-talinum og deyðir í 1900-talinum.

 

Nógvar áhugaverdar frásagnir eru bæði um kendar og minni kendar persónar.

 

Óli Jacobsen fer at siga eitt sindur um sjálvan kirkjugarðin og fer sum tíðin loyvir tí at fara runt í kirkjugarðinum og greiða frá søguni hjá nøkrum teirra, sum her fingu sína seinastu hvíld á foldum.