Mentanarnátt í Steinprent

Poesi & elektroakustiskar kompositiónir / Summarframsýning 2024 letur upp

Yrkingaplátan Mítt navn við hondskrift fyllir 10 ár!

 

Fríggjakvøldið 7. juni kl. 18 verður ársins summarframsýning í Steinprenti latin upp. Her verða nýggjir málningar eftir Rannvu Kunoy, og trærelief efter Hanna Bjartalíð at síggja. Kl 19. verður endurframførsla av plátuni Mítt navn við hondskrift (2014) – eitt samstarv millum yrkjara, Lív Mariu Róadótttir Jæger og elektroniska komponist, Lasse Jæger. Verkið Mítt navn við hondskrift kom út summarið 2014 á vinyl hjá Steinprent við originallitograiskum húsa eftir Hanni Bjartalíð. 

 

Til hesa konsert verða nýggjar útsetingar fyri rødd, elektronikk og saksofon framførdar.

 

##med2##

 

Tónleikurin er upptøkur av rødd, realljóðum og gittar - modulerað og útsett í ljóðredigeringsforriti. Rá-upptøkurnar vórðu upprunaliga gjørdar í einari íbúð á 5. hædd á Vesterbro í Keypmannahavn og í einum strátaktum húsum á Fanø. Lasse Jæger, ið hevur gjørt tónleikin er útbúgvin innan elektroniska kompositión og ljóðlist á Syddansk Musikkonservatorium, og Lív Maria Róadóttir Jæger, sum hevur skrivað tekstirnar og lesur teir upp, er yrkjari. 

 

Seinasta árið hevur plátan verið at hoyra sum eyðkennistónleikur í útvarpssendingini Samværi, sum er sending um list í Kringvarpi Føroya.

 

Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Jæger samstarva í dag undir listaheitinum SUPERVISJÓN.

 

##med3##

 

Konsertin er partur av Summartónar 2024

 

Lív Maria Róadóttir Jæger (tekst og rødd)

 

Lasse Jæger (elektronikkur)

 

Villu Veski (saksofon)

 

Tiltakið er ókeypis