Mentanarnátt í Reykjavík

Landsstýrismaðurin í mentamálum setti saman við borgarstjóranum í Reykjavík Mentanarnáttina í Reykjavík.

Landsstýrismaðurin í mentamálum setti saman við borgarstjóranum í Reykjavík Mentanarnáttina í Reykjavík.

 

Stóra árliga mentanarnáttin  í Reykjavík er í dag, 23. august og hesaferð var tað Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum setti  tiltakið, saman við borgarstjóranum í Reykjavík Degi B. Eggertssyni.

 

Hetta var samstundis upplating av framsýningini »Flytifuglar« hjá Tróndi Patursson í glæsiliga mentanarhúsinum Hørpu í Reykjavík.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, nam við sambandið millum ljósið, listina og vísindina, tá hann samanbar, hvussu listamaðurin Tróndur Patursson og vísindamaðurin Niels R. Finsen, hvør á sín hátt hava brúkt ljósið í sínum lívsverkum.

 

Eftir setanina varð farið upp á gólv við Fuglakvæðnum, sum limir í Sláið Ring stóðu fyri, saman við føroyingum í Íslandi. Føroyski tónleikabólkurin Orka setti sín dám á dansin við at flætta eina nýtulking inn í sjálva framførsluna.

 

Føroyska Greta Svabo Bech var eisini á skránni í Hørpu.

 

Skipað var fyri føroyskum mentanartiltaki í  føroysku sendistovuni í Reykjavík, har føroysk list varð sýnd fram og Martin Joensen spældi. Borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortesen setti hetta tiltakið, sum var væl vitjað av føroyingum og føroyavinum.

 

Mentanarnáttin byrjaði longu í morgun við Reykjavíkar marathon, har fleiri føroyingar runnu við saman við luttakarum frá yvir 60 londum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, tók eisini lut.