Mentanarnáttin 2013

Tað var næstan sum á ólavsøku í miðbýnum fríggjakvøldið, tá Mentanarnátt var fyri 15. ferð. Handlar, stovnar og matstøð høvdu gjørt nógv burtur úr kvøldinum, ið bjóðaði tiltøk fyri bæði børn, ung og vaksin

Fríggjakvøldið var Mentanarnátt í Tórshavn, og nógv fólk var at síggja í býnum. Umframt tónlistarligar og mentanarligar upplivingar fingu fólk eisini høvi at vitja bygninar, urtagarðar og søvn, sum øll høvdu opið til út á midnátt.
Eins og undanfarin ár var tað Visit Tórshavn, sum fyrr æt Kunningarstovan, ið skipaði fyri Mentanarnáttini í ár. Súsanna Sondum er samskipari av tiltakinum, og hon letur væl at mentanarnáttini hesaferð.
- Seinastu tvey árini hevur áhugin hjá stovnum, handlum og øðrum verið ótrúliga stórur fyri at vera partur av mentanarnáttini, og í ár var einki undantak. Skráin var á tremur við tiltøkum til allar aldursbólkar, og fólk hava latið væl at tí, sum tey upplivdu fríggjakvøldið, sigur Súsanna Sondum.
Fyri fyrstu ferð var Føroya Rættur partur av mentanarnáttini, og tað var sera væl umtókt.
- Tey høvdu pallsett ein rættarfund, og so kundu fólk koma inn at síggja, hvussu ein rættarfundur, sum vanliga er almennur, fer fram. Áhugin fyri at koma inn til pallsetta rættarfundin var so mikið stórur, at tey máttu gera fleiri eyka rættarfundir, tí tað var ein røð av fólki, ið ynsktu at sleppa inn, sigur Súsanna Sondum.
Eisini onnur tiltøk savnaðu nógv fólk.
- Stóra mótasýningin inni í Tryggingarfelagnum Føroyar var væl umtókt, og somuleiðis var nógv fólk til konsertirnar uttan fyri Margarinfabrikkina í Tórsgøtu, sigur Súsanna Sondum.
Mentanarnáttin er altíð fyrsta fríggjadag í juni mánaði, og sostatt verður Mentanarnáttin 2014 fríggjadagin 6. Juni.