Í sambandi við Mentanarnáttina er framsýningin ?Føroya Tele - samskifti í 103 ár? í Telebúðin í Havn. Framsýningin ?Føroya Tele - samskifti í 103 ár? læt upp í Telebúðini í gongugøtuni í Havn kl. 13.
Á framsýningini er nógv ymiskt og forvitnisligt sum t.d. gamlar telefonir, umstillingsborð og annað sum hoyrir eini farnari tíð til. Eisini koyrir eitt dias-show við gomlum myndum alla tíðina.
Í kvøld kl. 19.30 spælir Petur Háberg góðan live-tónleik. Opið er til kl. 23 í kvøld.










