Serframsýning við málningum hjá fýra listafólkum verður í Listaglugganum mentanarnáttina.
Listagluggin í Dr. Jakobsensgøtu hevur serframsýning við málningum eftir Torbjørn Olsen, Kára Svensson, Eyðun av Reyni og Zacharias Heinesen. Íalt eru umleið 30 verk við á framsýningini, sum er opin frá kl. 16-23.