Í farnu viku lat viðmerkjarin og høvundurin Kim Simonsen ikki færri enn tvær nýggjar útgávur frá sær ? sítt fyrsta yrkingasavn, Kodakmyndir frá sjeytiárunum og fyrstu útgávuna av mentanartíðaritinum Outsider Magazin, sum Kim er ritstjóri á. Mentanarnáttina fríggjadagin var móttøka í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og rættiliga nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið at heilsa uppá høvundan og ogna sær eitt eintak av yrkingasavninum og tíðarritinum.
Mótspæl
Tey flestu munnu kenna Kim Simonsen sum høvundan aftanfyri eina røð av ofta hvassorðaum blaðgreinum, har serliga føroyskt mentanarlív og tjóðskaparrørslan hava staðið fyri skotum. Fyri hálvum øðrum ári síðani vórðu fleiri av hesum greinum savnaðar í útgávuni Dreymar um opin vindeygu. Nú roynir Kim seg fyri fyrstu ferð sum yrkjara við savninum Kodakmyndir frá sjeytiárunum, sum millum annað er ein roynd at vísa, at tað finst onnur yrking enn tann postmodernaða, sum, sambært Kim, hevur fingið ein í so ráðandi leiklut innan føroyska yrking seinnu árini. Sjálvur trýr høvundurin, at í framtíðini fer fragmenteraða lyndið hjá postmodernismuni at víkja og at ein endurnýggjaður vakurleikaestetikkur fer at taka seg fram
- Sjálvt um tað kanska kann tykjast so, eru yrkingarnar í nýggja savninum ikki privatar, men royna heldur at siga okkurt alment, meðan tær tora at spæla sær við og brúka patos, ironi og onkuntíð skemt, sigur Kim, sum hevur verið hugtikin av yrkingum, síðani hann var heilt ungur. Sum sínar fyrimyndir nevnir hann millum onnur Henrik Nordbrandt, Rainer Maria Rilke, Dan Turell, Jóanes Nielsen umframt rocklyrikk sum hjá Bob Dylan, Tom Waits og Van Morrison
Tíðarrit og heimasíða
Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt nýtt mentanartíðarrit kemur út á føroyskum. Seinast, fólk royndu seg við einum slíkum, var fyri fýra árum síðani, tá tíðarritið Bragi kom út nakrar fáar ferðir. Burtursæð frá Varðanum, hevur onki tílíkt tíðarrit verið at sæð síðani í Føroyum fyrr enn nú, Kim Simonsen og onnur hava tikið stig til Outsider Magazin.
Kim hevur leingi gingið við ætlanum um at geva eitt mentanartíðarrit út í Føroyum. Veruliga startskotið varð tó nógva kjakið her heima beint eftir jól um ummæli og teirra leiklut í føroyska mentanarkjakinum.
- Eftir kjakinum at døma, var tað als ongin ivi um, at stórur tørvur var á einum blað, sum vildi og tordi taka føroyska list upp til viðgerðar á einum øðrum støðið og á ein erligan og nýskapandi hátt, sigur Kim Simonsen, sum tískil gjørdi álvara av sínum ætlanum.
Tíðarritið, sum nú liggur í handlunum, er rúgvusmikið, einar 176 síður og ætlandi skal Outsider koma út eina til tvær ferðir um árið. Hetta merkir tó ikki, at eitt nú kjak, sum taka seg upp, men kanska ikki eiga eitt sjálvsagt plass í einum tíðrriti, fara framvið borðinum hjá ritstjórnini. Sum nakað heilt nýtt í hesum høpi í Føroyum hevur Outsider nevniliga eisini eina heimasíðu, sum skal virka sum eitt livandi kjakforum, har tilfarið javnan verður dagført.