Mentanarligt samstarv í høvuðsstøðum

Tíðindaskriv

Mentamálanevndirnar í norðurlendsku høvuðsstøðunum eru bodnar á fund í Havn næstu ferð, tær koma saman. Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár verið við í samarbeiðinum millum høvuðsstaðirnar, sum halda fund um mentamál annaðhvørt ár.

 

Fundur hevur júst verið í Helsinki í Finlandi, har Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, boðaði frá, at Havnin bjóðar seg fram at vera vertur fyri næsta fundi, sum verður í mai 2011.

 

– Vit hava í nøkur ár verið partur av hesum samarbeiði, og nú er túrurin komin til okkara at standa fyri fundinum, sigur Jógvan Arge. Luttakarar í samarbeiðnum eru Tórshavn, Keypmannahavn, Reykjavík, Oslo, Nuuk, Stockholm, Mariehamn og Helsinki.

 

Á fundi í Helsinki um dagarnar var høvuðsevnið aktuell rák og átøk á mentanarøkinum. Eitt nú gjørdi Helsinki nógv burturúr, at har leggur kommunan seg eftir at eggja til, at verksmiðjur og virkishús, sum ikki eru í upprunaligum brúki longur, verða aktiverað sum mentanarhús.

 

Teimum hevur eydnast væl at gera eina stóra kaðalverksmiðju um til virkishús hjá næstan 1000 listarfólkum í ymsum greinum, og næsta stigið verður at fáa listarligt innihald í eitt stórt niðurlagt gassvirki.

 

– Hetta líkist tí, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt við teimum gomlu virkisbygningunum í Tórsgøtu við ungdóms- og listarvirksemi í Meiarínum, Margarinfabrikkini og Reinsarínum. Finnar leggja dent á, at virksemið verður fíggjað í samarbeiði við vinnulívið, sigur Jógvan Arge.

 

Fleiri ára avtalur

Annað mál, sum var frammi, eru møguleikarnir fyri at gera avtalar fyri fleiri ár fram at stuðla ávísum listarligur átøkum. Keypmannahavn er saman við statinum farið undir eina slíka skipan við 4 ára sáttmálum um at dugna listarbólkum í teirra virksemi. Hetta tryggjar, at slíkir bólkar ikki skula sita við hjartanum í hondini á hvørjum ári til fíggjarlóg og fíggjarætlanir eru avgreiddar.

 

Í Reykjavík royna tey at leggja stuðulpolitikkin um, soleiðis at stuðul heldur verður veittur ítøkiligum tíðaravmarknaðum verkætlanum enn við at gera nýggjar stovnar. Hetta halda tey saman um tikið tryggjar møguleikar fyri at dugna fleiri listargreinum og átøkum.

 

Høvuðsstaðirnir stóran týdning

Hvønn týdning hava so høvuðsstaðirnir fyri mentanarlívið í teimum ymsu londunum. Semja tykist vera um, at høvuðsstaðirnar av natúrligum grundum ganga á odda at dugna mentanarligum virksemi, tí teir hava bestu møguleikarnar og so stóran part av fólkatalinum.

 

– Í Føroyum búgva 20.000 av teimum sløku 50.000 fólkunum í Tórshavnar kommunu, og bara av teirri grund er greitt, at høvuðsstaðurin hevur stóran týdning fyri mentunarlívið. Tað eru vit tilvitað um, og leggja dent á møguleikar fyri fjølbroyttum tilboðum, segði Jógvan Arge á fundinum í Helsinki.

 

– Men vit fegnast samstundis um, at aðrir partar av landinum dríva á á mentanarøkinum við eitt nú tónleikafestivalum og mentanarhúsum. Tað taka vit sum eina avbjóðing fyri mentanarlívið í høvuðsstaðnum.