Fagnaðarrómur var í Runavík ígjár, nýggjur fótbóltsvøllur var tikin í brúk við Løkin, og NSÍ vann 4-3.
Um stóra dagin skrivar runavik.fo m.a. : Magnus Rasmussen, borgarstjóri, greiddi frá verkætlanini við vøllinum, og hvussu hon er partur av menningini av ítróttarøkinum við Løkin. Síðani handaði hann Kinnu F. Olsen, forkvinnu í NSÍ, eitt blómutyssi, samstundis sum hann ynskti NSÍ bestu eydnu við nýggja vøllinum.
Kinna F. Olsen nýtti høvið at takka Runavíkar Kommunu fyri nýggja vøllin, samstundis sum hon takkaði Nes Kommunu og B68 fyri gott samstarv hesa tíðina, meðan vølurin ikki var tøkur við Løkin.
Síðani skjeyt Jákup Mortensen, fyrrverandi formaður í NSÍ, fyrsta brotssparkið móti Jens Martin Knudsen.
Undir myndini er ein samrøða við mentanarleiðaran hjá Runavíkar kommunu, Sølva Reinert Hansen, sum væntar, at vøllurin fer at halda nøkur ár.
Á myndini sæst løtan, tá Magnus Rasmussen, borgarstjóri handaði vøllin til NSÍ-forkvinnuna, Kinnu F. Olsen. (Mynd runavik.fo)