Mentanarlívið er svartiper

– Eg sakni, at onkur vísur mær størri álit, sigur leiðarin í Spaniastovu

Spaniastova í Klaksvík er spælistað, sum javnan hýsir konsertum og øðrum tiltøkum. Vanliga sleppa stívliga hundrað fólk inn til tiltøkini, men seinastu tíðina hevur talið verið avmarkað til gott fimmti, og fleiri tiltøk hava verið av ongum.

– Vit fingu ein stormskaða síðst í februar, og síðani kom korona í mars mánaði. Hetta hevur ávirkað virksemið sera nógv. Vit hava avlýst nógv tiltøk, og vit hava illa fingið lagt nýggjar ætlanir, tí alt hevur verið so óvist. Vit høvdu ymisk tiltøk á skránni í summar, men tá ið korona kyknaði aftur, valdu vit at avlýsa alt. Tíbetur hevur samskiftið við tónleikarar og listafólk verið gott, og øll hava víst ábyrgd og viljað funnið góðar loysnir, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum rekur Spaniastovu, við Vikuskiftis-Sosialin.

– Gongdin hevur allatíðina verið hon, at vit fáa yvirskipað boð frá myndugleikunum, og so mugu vit tillaga okkum eftir tí. Vit, sum hava spælistøð, eru tey, sum kenna støðini best, og eg sakni, at onkur spyr okkum, hvussu vit kundu hugsað okkum at gjørt. Vit hava ábyrgd av støðunum og taka ábyrgdina í fullum álvara, og vit duga eisini best at skipa fyri. Tí kundi eitt meira konstruktivt samskifti við myndugleikar hjálpt fyriskiparum, mentanarlívi og gestum, Tíverri er støðan hon, at mentanarlívið er endað sum svartiper, sigur hann.

– Spælistøðini eru ymisk, men vit hava ábyrgd av støðunum. Eg sakni, at onkur vísur mær størri álit. So kundu vit funnið góðar og hóskandi loysnir, tá ið vit skipa fyri tiltøkum, men nú verða vit noydd at fylgja generellum tilmælum, sum ikki verða tillagað til eitt nú virksemið á spælistøðunum, sigur Jógvan Andrias Joensen.

Meira kann lesast um evnið í Vikuskiftis-Sosialinum.