Skipað verður fyri kvøldsetu í Bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 9. apríl kl 19.
Ístaðinfyri at hava várkonsert skipar kórið Eystanljóð fyri eini kvøldsetu har ætlanin er at savna og samansjóða ymsar listagreinar sum eru í nærumhvørvinum.
Á skránni er framsýning av list hjá ymsum listarfólkum í nærumhvørvinum. Tummas Jákup Thomsen, Frits Jóhannesen og Samal Toftanes sýna myndir fram. Sædis Eilifsdóttir sýnir fram glaslist og Jústinus Eliasen sýnir trælist fram. Kórið Eystanljóð framførir sangir úr várskránni og ein bólkur av sjónleikarum frá losjuni Glotti fara at framføra nakrar sketchir.
Borðreitt verður við forrætti, fýra høvuðs rættum og dessert. Rávørurnar verða í høvuðsheitum lokar. Vit hava fingið ein kendan føroyskan kokk at leggja okkum lag á við matgerð og eisini kemur hann at siga nøkur orð um eitthvørt forkunnugt.
Fyrireikararnir lovað eitt hugnaligt kvøld saman við góðum fólki í góðum og hugnaligum umhvørvi við spennadi mati.