Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur longu verið karmur um ymisk tiltøk, men ikki fyrr enn leygardagin, verður húsið alment tikið í nýtslu.
Leygardagin verður millum annað frásøgn um felagið á skránni, umframt brot úr fyrsta leikinum hjá felagnum. Eisini verður vinnarin av búmerkjakappingini, sum felagið skrivaði út fyri eini tíð síðani, avdúkaður, og uppboðssøla verður av málningum til frama fyri sjálvt húsið.
Kaffi, te og okkurt ábit verður til gestirnar og okkurt verður eisini til børnini.










