Mentanarhúsið á Islandsbrygge stóð sína roynd

Fitt av fólki var leygarkvøldið komið saman til mótasýningar, eldgykl og tónleik í Mentanarhúsinum á Islandsbrygge, ið stóð royndina føroyskt konsertstað.

Í nógv ár var Medborgerhuset Gimle á Islandsbrygge fast dansistað fyri føroyingar, og tiltøkini har savnaðu vanliga 4-500 fólk minst einaferð um mánaðin. Men eftir at Gimle varð rivið niður og stásiliga Mentanarhúsið á Islandsbrygge varð bygt ístaðin, hava ikki nógv føroysk tiltøk verið har.
Hølini vóru stásaði væl upp til tiltakið, og vóru sera vælegnaði til tílík tiltøk, og kunnu við síni góðu plasering gerast eitt fínt alternativ til Føroyahúsið, tá talan er um størri tiltøk.
Í planetblaðnum í morgin er frásøgn frá kvøldinum, og komandi dagarnar verða myndafrásagnir lagdar út á planet.fo, frá bæði mótapartinum, eldsgyklið og tónleikspartinum av tiltakinum.