Mentanarhúsið fyri býráðið

Mentanarnevndin hjá Fuglafjarðar býráð mælir býráðnum til at keypa Mentanarhúsið.

Frá fyrsta segi hevur verið tungt hjá Fuglafjarðar Sjónleikarfelag at megna raksturin av Mentanarhúsinum.

Nú er støðan so vánalig, at málið kemur fyri býráðið. Fundur verður í morgin.

Mentanarnevndin mælir til, at kommunan keypir húsið.

Sigurð Simonsen, borgarstjóri fær ikki sagt so nógv um málið, tí tað verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.