Mentanargrunnurin skal hava 10 milliónir

Játtanin til Mentanargrunnin hækkar við 1,1 milliónum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017

 

– Men málið er at koma upp á 10 milliónir krónur í samgonguskeiðinum. Hækkingin skal serliga koma yrkislistafólkum til góðar, skrivar Mentamálaráðið í morgun:

 

– Samgongan hevur sett sær sum mál at geva yrkislistafólkum tryggari arbeiðskor og arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið. Tí hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, økt játtanina til Mentanargrunnin við 1,1 millión krónur í fíggjarlógaruppskotinum.

 

Mentamálaráðið fyrireikar í løtuni eina víðkan av virkseminum hjá Mentanargrunninum við eini skipan, sum serliga er ætlað yrkislistafólkum, so hesi kunnu søkja um tryggari karmar og drúgvari tíðarskeið at hugsavna seg um listarliga arbeiðið í.

 

– Nýggja skipanin skal ganga undan á mentanarøkinum. Hon skal vísa, at vit virðismeta listina, tí hon er alneyðug fyri okkum sum samfelag. Skal listin nørast og mennast, mugu vit eitt nú bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum virka innan økið, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

 

Játtanin til Mentanargrunnin var 5,7 milliónir krónur, tá ið samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn tók við. Fyrsta árið økti samgongan hana við einari millión, og nú verða so 1,1 millión krónur lagdar afturat. Málið er, at grunnurin skal koma upp á 10 milliónir krónur, tá samgonguskeiðið er av.

 

Mett verður, at nýggja skipanin fer at kosta áleið 3,3 milliónir krónur árliga, so bulurin í Mentanargrunninum verður framvegis stuðul til tiltøk, verkætlanir og starvslønir, bæði til leik og lærd, sum vit kenna tað í dag.