Jústinus Leivsson Eidesgaard
Seinasta fríggjadag kom eg aftur av einari langari ferð í Fjareystri, har eg havi vitjað síðan 7. januar, og fyrireikað mína næstu bók um býarstatin Singapore. Eg fór beint í brævarúgvuna at leita eftir einum svari frá Mentanargrunni Landsins. Tað lá har og aftur hesuferð fyri sættu ferð var úrslitið negativt. Eg hevði vónað ein, tveir, kanska tríggjar mánaðar, tað hevði fíggjað ein part af ferðini, men so eiðasørt. Eg havi søkt síðan grunnurin fór til verka í 2001 og ongantíð fingið at smyrja knívin.
Nakrar dagar framman undan í heiminum í Tjarnarlág 19 í Havn, letir Carl Johan Jensen, rithøvundur upp bræv frá Mentanargrunni Landsins. Hann smílist og frøðist innantanna. Aftur hesuferð eydnaðist tað honum at sannføra nevndina í grunninum, at hann var góður fyri eitt ára starvsløn úr grunninum. Hann hevur søkt seks ferðir eins og eg sjálvur, og fimm ferðir hevur hann fingið játtandi svar til samanlagt 40 mánaðarlønir ella umleið 800.000 krónur.
Síðan Mentanargrunnur Landsins varð stovnaður við lóg í maj 2000 hevur undirritaði søkt pening úr hesum grunni uttan úrslit. Úrslitið hevur beinleiðis verið hall í frímerkjaútreiðslum. Mentanargrunnur Landsins er eitt beinleiðis framhald av Mentanargrunni Løgtingsins, sum varð stovnaður á føðingardegi okkara landsfaðiri, Jóannes Paturssyni 6. mai í 1946, soleiðis stendur skrivað í grein tvey í løgtingslóg nummar 84 fra 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins.
Endamál grunnsins er sambært grein eitt í løgtingslógini at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum.
Í nevndini fyri grunnin sita í dag Rói Patursson, Tórshavn, formaður. Hanus undir Leitinum, Húsavík, næstformaður, Sigvør Laksá, Gøta, Laura Joensen, Tórshavn og Malan Marnersdóttir, Tórshavn. Rói og Hanus hava sitið síðan nevndin fór til verka í 2000. Hinir nevndarlimirnir eru nýggir.
Spurningin um nevndin livir upp til endamálsorðingina havi eg mangan sett mær og eg fái hann ikki rættuliga svaraðan. Eg havi eisini sjálvur sett mær spurningir ferð eftir ferð, hví skriva um hetta mál, er talan um ein farra av øvund, ella er hetta eitt neyðaróp um rættvísi, har órættvísi fer fram í ólukkumát fyri almennar pengar. Næstu reglurnar fara kanska at svara spurninginum.
Eg havi søkt síðani 2001 og brøvini har grunnurin boðar frá, at umsóknin ikki var gingin á møti. liggja frammanfyri mær, tey minna longu um eitt forvitnisligt savn. Talan er slett ikki um nakra grundgeving fyri, at onki var játta og hetta hendir, hóast tað stendur greitt í grein tvey í starvsskipanini fyri grunnin, at allar avgerðir skulu verða grundgivnar, og at umsøkjarin skal verða kunnaður um grundgeving nevndarinnar. Her ger nevndin ikki sína skyldu, tí eins og tað liggur ein avgerð fyri at játta stuðul, so liggur eisini ein avgerð fyri ikki at játta stuðul, og hendan skal grundgevast persónliga, eins og tann játtandi avgerðin. Tað er vanligur logikkur, sum krevur at nevndin arbeiðir eitt sindur fyri fundarpengarnar heldur enn at fejra avgerðirnar. Vanligu noktandi hópsvørini frá grunninum við autografinum hjá Róa undir, eru beinleiðis særandi at fáa í postkassan.
Tá ið nevndin ikki grundgevir fyri hví eg ferð eftir ferð verið vigaður ov lættur, so havi eg ongan møguleika fyri at vita hvat skal til, og hvussu eg skal laga meg, fyri at fáa ein part av hesum almennu pengum, soleiðis at eg í frið og náðum kann skapa eins og Carl Johan Jensen, Jóanes Nielsen, Rakul Helmsdal og onnur.
Eg spyrji meg sjálvan, livir mítt virksemi ikki upp til grein eitt í lógini fyri grunnin. Eg skrivi á føroyskum, nýti nógvan pening til rættlestur og havi arbeitt vísundaliga við at kanna hópin av skjølum og nýtt neyvar kelduávísingar. Eg havi frá søgufrøðingum fingið at vita, at eg havi flutt mørk í mínari skriving. Eg havi í báðum mínum bókum í ævisøguni um Kaj funnið fram til spildurnýtt søguligt tilfar, men heldur ikki tað hevur vikað nevndina. Kenslan eg siti eftir við er nívandi, mítt virksemi kemur slett ikki inn undir játtanir hjá Mentanargrunni Landsins. Eg skal ikki rokna við nøkrum hagani. Nevndin kann sita tvey fýra ára skeið. Jógvan á Lækjuni, landsstyrismaður við mentamálum er nøgdur við nevndina og hevur valt formann og næstformann á øðrum sinni og Jústinus Eidesgaard skal ikki rokna við at fáa nakað sum helst úr Mentanargrunni Landsins fyrr enn formannskapurin í hesi nevnd er skiftur út og tað hendir neyvan fyrr enn í 2008. Tá kann Rói Patursson ikki sita meira samband reglum grunnsins. Útlitini eru ikki bjørt fyri meg. Við vanligari sannsýniligheitsrokning, so skal liggja illa fyri um ikki Carl Johan Jensen og kanska eisini Jóanes Nielsen fáa eina ella tvær ferðir aftur at í formansskeiði Róa Paturssonar. Føroyskari mentanarelitu so líkt, so hevur hon evnini at velja síni egnu í nevndir, tá ið lógin forbjóðar teimum at sita meira tey, hendir tað eisini í Mentanargrunni Landsins, so eru útlitini fyri at eg skal fáa starvsløn heilt burtur í allar ævir.
Toppskorararnir
Eg havi havt varhugan av at somu nøvn ofta ganga aftur, tá íð Mentanargrunnur Landsins hevur latið starvslønir, og tí havi eg søkt um innlit í málið. Mín sann um eg ikki fekk rætt. Tað eru nøkur sum bara skula seta seg niður og seta eina umsókn saman, so gevur tað kassa næstan hvørja ferð.
Absolutti toppskorarin er Rakel Helmsdal, rithøvundur. Hon hevur tilsamans fingið 45 mánaðarlønir svarandi til eina vanliga læraraløn úr grunninum. Rakur hevur tríggjar ferðir fingið játtað millum 2-4 mánaðarlønir úr grunninum og seinast fekk hon heilar 36 mánaðarlønir sum svarar til áleið 720.000 krónur.
Nummar tvey er Carl Johan Jensen, rithøvundur og eg fari at dvølja eitt sindur við hann, tí vit hava rættuliga nógv til felags. Báðir vóru vit journalistar fyrst í hesi øldini og báðir eru vit nú rithøvundar. Tak tað ikki persónliga Carl Johan, at eg nýti teg sum case. Eg haldi nógv av tíni skriving og av tíni seinastu bók Ó, vælskrivað og undirhaldandi. Eg nýti teg fyri at lýsa hvussu ymisk viðurskiftir, og órættvíst fyri tey óhepnu, Mentanargrunnur Landsins bjóðar nøkrum av okkara rithøvundum.
Sætta apríl 2001 kemur nýtt blað á føroyska marknaðin. Tað er Fregnir, eitt óheft blað, sum serligan áhuga hevur fyri loysing frá Danmark. Ein av blaðstjórunum, Sjúrður Skaale skrivar í blaðnum, at teir hava valt vikublaðsformin fram um dagblaðsformin, tí at blaðfólkið skal hava stundir at skriva seg niður á botn í málum.
Ein av blaðmonnunum er Carl Johan Jensen. Hann hevur júst fingið seks mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og hann er so fegin um hetta tiltak, at hann hevur sett Aleksander Kristiansen, skaldi, stevnu, tí hesin, sum tann fyrsti, hevur fingið trý ára starvsløn ella 36 mánaðar frá Mentanargrunni Landsins. Greinin var undirhaldandi og elvdi til aftursvar, sum ikki var minni undirhaldandi, men tað er ein onnur søga, sum ikki skal viðgerðast her.
Carl Johan Jensen er eisini blaðmaður á Fregnum í 2002. Nú nærkast tiðin har eg krúpi úr skápinum sum fulltíðar rithøvundur. Vit báðir søkja hvør í sínum lagi á heysti árið fyri. Carl Johan Jensen fær svar. Carl Johan Jensen fær eitt ára starvsløn. Hann hevur einki at stúra fyri føstum útreiðslum komandi ári. Jústinus Eidesgaard fær noktandi svar. Eg verið noyddur at fara til Norðuroya Sparikassa, sum lænir mær pening fyri mítt komandi rithøvundavirksemi. Eg byrjaði í tí smáa at fyrireika bókaverkið, meðan eg var á Sosialinum, og nú hava vit báðir arbeitt hálvt annað ár sum rithøvundar undir heilt ymiskum fortreytum. Carl Johan alment løntur, eg fíggjaður við lántøku.
Vit søkja aftur báðir í 2003 og Carl Johan fær 4 mánaðir. Teir eru góðir aftur at lønini á Fregnum. Í hesum trý ára skeiðnum hevur Carl Johan fingið 22 mánaðarlønir ella 440.000 krónur úr Mentanagrunni Landsins. Undirritaði hevur einki fingið. Grunnurin byrjaði við at geva eina mánaðarløn, sum lá nakað omanfyri 18.000 krónur um mánaðin, nú er hon nærri 22.000 og eg havi nýtt 20.000 sum miðaltal, tá ið eg havi roknað mánaðarlønirnar um til krónur. Grunnurin er nú í 2003 vitandi um ein tann kostnaðarmiklasta partin av míni verkætlan, at eg havi ferðast til Svalbard, Grønlands, Danmark, Týsklands og Bretlands í samband við mítt research ella kanningararbeiði. Grunnurin er ikki at vika, mítt verk er ikki verdugt at lata pening til.
Í 2004 søkja vit aftur, og nú fær Carl Johan heldur einki fyri fyrstu ferð síðan 2001. Hvat orsøkin er til hetta veit eg ikki, kanska at hann er blaðmaður á Fregnum, men blaðið steðgaði útgávuni hetta árið og kanska tað hevur verið eitt sindur svangligt. Løn má hann so hava fingið á Fregnum, tí annars varð peningur Mentanargrunnsins latin til heilt skeivt endamál. Eg fekk heldur einki í 2004 so hetta ár eru vit javntstillaðir fíggjarliga. Í 2004 kemur mín fyrsta bók, og eg kann byrja at rinda lán aftur, hesum sleppur Carl Johan frá. Her er framvegis ongin útgáva hjá Carl Johan, so blinda álit nevndarinnar er treytaleyst.
Í 2005 søkja vit báðir aftur. Nú fær Carl Johan seks mánaðar og Jústinum einki. Vit søkja aftur á heysti 2005 starvsløn fyri 2006. Carl Johan fær eitt heilt ár, Jústinus fær einki. Carl Johan hevur nú eina útgávu á baki, eg havi tvær, hann skrivað eina tjúkka bók, eg havi skrivað tvær. Tað er so støðan í dag.
Í hesum tíðarskeiðnum frá 2001-2006 hevur Carl Johan Jensen móttikið umleið 800.000 krónur frá Mentanargrunni Landsins, meðan eg havi fíggjað mítt virksemi við lántøku. Tað eru treytirnar vit báðir arbeiða undir, og tað eru somu kundar sum skulu keypa okkara bøkur. Eg skal selja fyri allar mínar útreiðslur, Carl Johan nýtist bert at selja fyri prentútreiðslurnar, so vinnur hann pening av sínum bókum.
Tað eru eisini aðrir sum verða søtt lívgaðir av Mentanargrunni Landsins. Jóanes Nielsen hevur ikki færri enn fýra ferðir út av seks umsóknum fingið játtandi svar úr Mentanargrunninum. Játtaninar eru so munagóðar hjá hon ikki bert ein til tríggjar mánaðar, nei heldur eitt hálvt ár hvørja ferð, Hann hevur fingið tilsaman tvey ár úr grunninum ella 528.000 krónur og tað eru eisini risaupphæddir hjá einum rithøvundi.. Tað skal vera honum væl unt, tí hann er tann einasti sum hevur proklamerað seg sum fæloysing millum rithøvundar.
Hanus Kamban skal heldur ikki lata illa at. Hann hevur fingið 27 mánaðar úr grunninum sum eitt úrslit av trimum játtandi umsóknum. Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er skotsikkur, tá ið hann søkir. Hann hevur fingið játtandi svar allar tær seks ferðir hann hevur søkt, tilsamans 33 mánaðar sum geva umleið 660.000 úr grunninum. Ein skiparasøga hevur ongan møguleika móti einum altjóða komponisti.
Interrós ella indspist
Bókin hjá Carl Johan Jensen var ikki meira enn komin út, so hevði Malan Marnersdóttir longu lisið hana, og hon hevði ummæli í Kulturu í útvarpinum. Malan Marnersdóttir er slíkur mentanardráttur í føroyska samfelagum, at tað sleppst ikki uttan um hana heldur enn vatn, skal tú vaða um eina stóra á, og tað sum hon sigur er vanliga rættuliga kvalifiserað.
Malan var ovurfegin um avrikið hjá Carl Johan og gav bókini beinanvegin fimm av seks møguligum stjørnum og kanska hetta er tilvild, men tað svarar júst til metingina hjá nevnd Mentunargrunn Landsins av Carl Johan Jensen sum skald seinastu seks árini, har nevndin hevur játtað honum pening fimm ferðir av seks møguligum úr grunninum, hvørs stovnsfæ gongur aftur til føðingardag okkara landsfaðir Jóanes Paturson 6. mai 1946.
Malan Marnersdóttir er rættuliga nýggj í nevndini fyri Mentanargrunn Landsins. Hon kom í nevndina tíðliga í fjør, verður upplýst av skrivstovu grunnsins. Eg spyrji meg sjálvan, um hon ikki er ógegnig til eitt ummæli. Hon skal helst vera loyal móti leiðslu grunnsins. Í fjør hevði Mentanargrunnur Landsins longu pumpað 28 mánaðlønir ella umleið 560.000 krónur í skaldsøguna Ó hjá Carl Johan Jensen. Í januar í ár er Malan Marnersdóttir við at geva Carl Johan eina ársløn afturat ella 264.000 krónur, sum takk fyri góðu bókina hann gav út undan jólum. Um Malan Marnersdóttir hevði elt fótasporini hjá Carl Johan og kom við einum niðursáplandi ummæli í Kulturu undan jólum, so hevði hon eisini komið við einum lemjandi kritikki av arbeiðinum hjá Róa Patursson sum formanni og Hanus undir Leitinum sum næstformanni í Mentanargrunni Landsins seinastu mongu árini. Eg skal ikki siga, at Malan Marnersdóttir ikki hevur loyvi at dáma bøkurnar hjá Carl Johan Jensen, sjálvandi hevur hon tað, tó hevði tað verið meira passandi, at hon helt seg burtur sum ummælari av júst hesi bók.
Vent hinvegin, skuldi ein nevndarlimur fyri Norðoyar Sparikassa ella Eyðfinn Reyðberg, stjóri, sjálvur ummælt mínar bøkur, so hevði tað sæð løgið út um teir høvdu sáplað tær niður, tí tað hevði víst, at teir ikki høvdu serliga góð metingarevnir av mær sum persóni, áðrenn eg fór undir at skriva, og tað kundi í seinna enda kosta teimum pening, tí teir hava fíggja mínar bøkur í nógv mestan mun við lántøku og við eitt sindur av stuðli
Siðsøgan við skerdan lut
Hyggja vit í yvirlitið yvir tey sum hava fingið játtað pening úr Mentanargrunni Landsins, so sæst týðuliga, at siðsøga ikki kemur undir endamálsorðing grunnsins í grein 1. at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum.
Tann einasti, sum er á játtanarlistanum, sum eisini hevur roynt seg við siðsøgu er Hanus Kamban. Hann hevur skrivað um Janus og umframt bókmentaligar útgreiningar, so eru hansara tíðarmyndir siðsøga. Eg havi sjálvur valt eitt heilt skeivt evni til at kunna koma undir veingir grunnsins. Eg skrivi um ein skipara, hann er ikki eingang úr Havnini, hann hoyrir allarhelst undir eina skeiva samkomu, hansara eftirkomarar eru allarhelst alt ov ríkir. Hann er í hvussu er uttanfyri alt tað sum nevndin í Mentanargrunni Landsins finnir verdugt at stuðla við starvslønum. Ikki eingang við einari tí einastu.
Tá ið viðurskiftini hanga soleiðis saman, so tori eg næstan at siga fyri aðrar eisini sum skriva siðsøgu, at vit høvdu verið betri staddir um Mentanargrunnur Landsins varð avtikin. Í løtuni er hann beinleiðis kappingaravlagandi, tí tað eru somu fólk sum keypa okkara bøkur, sum eisini keypa bøkur stuðlaðar í ólukkumát við almennum pengum úr grunninum. Tosið eg ikki fyri allar siðsøguligar rithøvundar, so tosi eg í hvussu er fyri meg sjálvan. Hevði eg av illum fingið bara eina mánaðarløn sum eina viðurkenning um ikki annað. Ella tvær sum Ólvur í Beiti í 2001 ella átta mánaðar, eins og Jens Pauli Heinesen hevur fingið. Hann hevur ríkað føroyskar bókmentir við óteljandi bókum. Ein maður sum Jógvan Arge, sum hevur skrivað nógvar siðsøguligar bøkur er heldur ikki at síggja á listanum.
Hvat er tað sum fær meg at skriva hetta. Er tað ein farri av øvund, ella eitt róp um órættvísi. Eg haldi bæði. Míni bókhaldstøl høvdu sæð vøkur út, hevði eg fingið somu vælvild sum Carl Johan Jensen og eg haldi tað er beinleiðis órættvíst, at rithøvundar, sum burturav liva av sínum rithøvundayrki, heilar seks ferðir verða afturvístir av Mentanargrunni Landsins, tá ruggar okkurt ikki rætt. Og tá ger nevndin neyvan sínar skyldur. Ein rithøvundur, sum onki annað starv hevur, men sum halgar alla sína tíð til rithøvundavirksemi hevur annað uppiborið enn einn fotokopierað hópsvar frá Róa Patursyni.
Tølini frammanfyri sýna, at eg skal selja nógvar ferðir fleiri bøkur enn Carl Johan Jensen fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Tað merkir at eg havi styttri stundir til at skriva, tí søluarbeiðið fer av stað við trimum knallhørðum arbeiðsmánaðum seinast í árinum Eg verið eisini av fíggjarligum ávum tvungin at geva út á hvørjum ári, fyri at fáa endarnar at røkka saman, eg havi ikki ráð til at nýta fleiri ár til eina bók, eins og teir sum eru inni í hitanum hjá nevnd Mentanargrunni Landsins.
justinus(kurla)post.olivant.fo