Mentanargrunnur gevur ikki stuðul næstu árini

Danski-føroyski mentanargrunnurin tekur ikki ímóti umsøknum í 2014 og í 2015.

Rentan er fallin nógv seinnu árini, og tí er vinningurin lægri enn vanligt.

Grunnurin hevur tí gjørt av, ikki at taka ímóti umsøknum næstu tvey árini. Hetta fyri at tryggja eginognina, og fyri at liva upp til endamálsorðingina hjá grunninum.

Danska stjórnin og landsstýrið stovnaðu danska-føroyska mentanargrunnin í 1951. Endamálið hjá grunninum er at virka til frama fyri “den åndelige forbindelse” millum Føroyar og hinar partarnar av Ríkinum.

Tað vil siga, at grunnurin virkar breitt. Øll mentanarlig formidling landanna millum – eisini millum Føroyar og Grønland, er partur av endamálsorðingini

Ogn grunsins er 5 milliónir krónir, og í 2016 fer grunnurin aftur at taka ímóti umsøknum.

Myndin er av nevndini og umboðum frá Tórshavnar Kommunu í 2009.