Joan Kannuberg átti besta uppskotið av teimum 81, sum komu inn til kappingina um at finna navnið til mentanardepilin í Runavík Í sambandi við at nýggi mentanardepilin í Runavík er um at verða liðugur, varð útskrivað ein navnakapping fyrr í ár. Heili 81 uppskot komu inn. Eftir drúgva viðgerð hevur dómsnevndin valt eitt av innkomnu uppskotunum. Vinnarin av navnakappingini er Joan Kannuberg við uppskotinum Løkshøll.
Dómsnevndin hevur lagt dent á, at navnið er stutt og situr væl. Navnið vísir somuleiðis á stað og funktión og hevur greiða tilvísing til »Skúlan við Løkin«, sum mentunardepilin er partur av.
Vinnarin fær handað virðislønina á kvøldsetu á Eystanstevnu, har búmerki, ið samskiftisfyritøkan Sendistovan hevur gjørt, eisini verður avdúkað. Á skránni verður eisini tónleikur við eitt nú Hanus G. Johansen, Kári Sverrissyni og Hans Jacob Kollslíð.
Mentanarhúsfelagið í Runavík hevur í nógv ár arbeitt fyri at fáa eitt mentunarhús í Runavík, og við nýggja mentanardeplinum er dreymurin loksins gingin út.
Løkshøll er eitt samstarv millum Runavíkar kommunu, ið hevur latið høllina byggja sum part av skúlanum og Mentanarhúsfelagið, ið stendur fyri innbúgvi og ljóð- og ljósútgerð.
- Tað verður Mentanarhúsfelagið, sum fer at reka virksemi í Løkshøll. Nøkur smærri tiltøk hava longu verið í Løkshøll, og ætlanin er at skipa fyri einum stórfingnum upplatingartiltaki í heyst, sigur Margretha Nónklett vegna Løkshøll.