Í morgin bjóða børnini á Margarinfabrikkini og 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu til serligan evnisdag, har uppvaksandi ættarliðið viðger hugtakið mentan. Mentanardagurin hjá børnunum eitur ?Oh-hoy, og verður Miðbýurin í Havn karmur um dagin, sum millum annað fevnir um barnakonsert í Perluni og skattaveiðu á Skansanum
Dagurin liggur í hondunum á børnunum. Men listafólk í býnum og starvsfólkini á Margarinfabrikkini fara eisini at stuðla upp undir og syrgja fyri, at karmarnir eru í lagi hjá børnunum at halda mentanardag í Havn.
Á mentanardegnum fáa børn og vaksin høvi at uppliva mentan við at nema, hoyra, smakka, síggja og at røra seg. Eisini fara børnini á Margarinfabrikkini at vísa fram tað, sum tey dagliga venja.
Eitt av teimum stóru tiltøkunum hendan dagin, er skattaveiða við sjórænarum úti á Skansanum. Skansin skuldi í síni tíð vera vernd ímóti sjórænarum. Á mentanardegnum skrúva vit tíðina aftur og leita eftir einum fjaldum sjórænaraskatti.
Miðbýurin er annars karmur um dagin. Í nýggju Perluni í Tórsgøtu fer Jensina Olsen at syngja og spæla og hon biður eisini børnini taka sína góðu bamsu við. Nýggja Perlan verður harumframt karmur um tónleik og rørslu, tá Sanne Storm, musikterapeutur, fer at undirvísa børnum og vaksnum í øðrvísi dansi og sangspølum.
Í Margarinfabrikkini fara og Siri Davidsen á ymsar hættir at siga frá søgum undir spennandi og hugnaligum umstøðum.