Sum nakað nýtt vera Mentanardagarnir 2023 settir á Kambsdali og tí verður skipað fyri Fólksins fest á Kambsdali fríggjadagin 1. september, har Kambsdalur vísur seg frá síni bestu síðu.
Millum klokkan 15.00-19.00 verður skipað fyri einari rúgvu av kreativiteti og hugna fyri familjuni.
Millum annað verður súkklukapping, kreativur gongutúrur, spennandi og avbjóðandi verkstovur, vakrar framsýningar og síðst men als ikki minst, bjóða kambsdalsbúgvar til køkuborð og grillmat.