Mentanardagar verða settir týskvøldið

Meðan mentanardagar eru, verður eisini Føroya størsta harmonikutreff í Fuglafirði.

Í vikuni, sum kemur, byrja mentanardagarnir í Fuglafirði við mongum og fjølbroyttum tiltøkum. Sum eina yvirskipaða yvirskrift fyri samlaðu skránna hava fyrireikararnir arbeitt við hugtakinum “tilfeingismentan”.

 

- Her verður hugsað um mentanarliga samanspælið millum vinnu, vitan og mentan. List og fólkslig mentan hittir skúlaskap, vitan og gransking, saman við vinnu og framleiðslu. 

 

Fyriskipararnir vísa á, at hesir tríggir tættir eru óloysiligir partar av samleikanum hjá Fuglafirði, og hetta endurspeglast aftur í mentanardøgunum, sum eru fyrsta stig til at byggja enn fleiri brýr og samstørv millum hesi trý virkisøkini.

 

- Millum mest lokkandi tiltøkini í ár eru eitt nú ein matmarknaður á torginum við Mentanarhúsið, har fyritøkur og einstaklingar koma at vísa fram, selja, og bjóða smakkiroyndir av framleiðsluni. Talan er bæði um stór ídnaðarvirki, smærri heimavirki og einstaklingar.

 

Onnur tiltøk eru eitt nú konsert við Marius, svimjihyljarkonsert við Gretu Svabo Bech, Street Food við Leif Sørensen, ein hópur av tiltøkum í regnskjólagøtuni, sjónleikur, framsýningar, kjak, spennandi gestamarknaður í Ribarhúsi og mangt annað.

 

- Meðan mentanardagar eru, verður eisini Føroya størsta harmonikutreff í Fuglafirði, og hetta fer ikki minst at seta sín tónleikaliga dám á býin og tiltøkini.

 

Lagt verður aftrat, at tiltøkini til mentanardagarnar í ávísan mun er ókeypis, men harmonikutreffið krevur atgongumerki. Atgongumerki til treffið fáast á Kunningarstovuni telefon 238015.

 

Eitt nýtt átak, sum ætlandi skal knýta bond millum vinnulív og listafólk, verður avdúkað til sjálva setanina av mentanardøgunum. Mentanardagarnir verða settir týskvøldið 30. august við setanartiltaki á Miðnámi á Kambsdali. 

 

Meira kann lesest um mentanardagar á www.mentan.info