Mentanardagar í Sunda kommunu avlýstir

Korona hevur fingið Sunda kommunu at avlýsa

Nú er endalig avgerð tikin av trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, at eingir mentanardagar verða í kommununi í ár. Orsøkin er smittuvandi í sambandi við koronu-farsóttina.

– Í mong ár hava mentanardagar verið hildnir miðskeiðis í september mánaða. Tiltakið hevur breiða undirtøku millum borgarar og vitjandi, og tað er tí við sorgblídni, at vit nú avlýsa tiltakið, sum er størsta árliga tiltak í Sunda kommunu.

Soleiðis skrivar Sunda kommuna.

– Endamálið við mentanardøgum er, at samansjóða fólkið, ið her býr, og at fjálga um mentanina her á staðnum. Tiltøkini eru sum meginregla ókeypis, fyri allar aldursbólkar, og spjatt runt um í øllum bygdum í Sunda kommunu.

– Ætlanin er, at koma sterkt aftur í 2021, tá Mentanardagar eftir ætlan verða í bygdunum í Sunda kommunu frá hósdegnum 9. september til leygardagin 18. september.