Mentanardagar í Sumba næsta vikuskiftið

Eins og í fjør, verður aftur í ár skipað fyri mentanardøgum í Sunnba.

 

Tiltakið sum er spekkað við breiðum úrvali av føroyskari mentan, herundir tónleiki og list, og ikki minst útferðum, er bygt upp sum eitt familjutiltak, har nakað er fyri allar aldursbólkar, og við tað Sunnbiar Kommuna í fjør nýgjørdi eitt Campingøki við fótbóltsvøllin á krossinum, sum í vídd er eitt hitt stórstað í landinum, við øllum tilhoyrandi hentleikum, so sum felagshúsið, kaffistovu, brúsum, wc, v. m, so er hettar eitt kærkomið høv...i at byrja summar-campingina innanlendis júst í sunnastu bygd í Føroyum og samstundis njóta tilveruna á heimligan hátt, á heimligari grund

 

Skráin fyri MENT 2013 er drúgv, og verður lagt til brots longu Mikudagin 05 juni har tey vitjandi fáa innlit í fedranna orkuveiting, við tað at staðkøn fólk fara at skera torv, og síðani at kynda við turkaðum torvi.

 

Eftir fólkafund í Billhústúni har Jónfríð Hjelm flytur fram røðu, verður frírenning á skránni, við luttøku av oyggjarennarum, har øll tó eru vælkomin at luttaka.

 

Mikukvøldið kl. 18, verður serstøk Guðstænasta í Sunnbiar kirkju har Jógvan Fríðriksson Bispur talar og Sunnbiarkórið syngur.

 

Umframt Tivoli / Hoppiborg, so verður serstøk barna/familjusýning har "GYKLARIN ÁSBJØRN" undirheldur saman við hundinum "HUND", og er gyklarin rættiliga vælkendur fyri síni kort-tricks, gandakynstur, og gamansleik, og ikki minni kendur er Hund fyri sínar hundalótir.

 

Í ár er eydnast at flætta tiltakið saman við "Summartónum", so umframt føroyskan dans, sum verður fríggjakvøldið 07 juni, so verður ein rúgva av góðum føroyskum fólka-jazz-og blues tónleiki á skránni.

 

Jazz-bólkurin Magnus og trio við Rúnu á Heygum Ronnie Nielsen og Kolbein Simonsen eru á skrá Mikukvøldið 05 juni, og Fríggjakvøldið heldur Kári P konsert í Samkomuhúsinum saman við Hans Hjalta Skaale.

 

Fleiri útferðir vera gjørdar, og aftur í ár er møguleiki sjóvegis at sleppa vestur undir land, at skoða tey føgru Sunnbiarbjørgini, eisini verður skipaður gongutúrur gjørdur niðan á Beinisvørð, saman við staðkendum ferðaleiðara.

 

Um viðrar so verður kappróður og fleiri fótbóltsdystir vera leiktir á Krossinum.

 

Eisini verður A-landsdystur í fótbólti millum Írland og Føroyar tann 07 juni kl. 19.45, vístur á stórskíggja í Samkomuhúsinum.

 

Fleiri framsýningar eru á skránni, og verður serstaka "Fuglasavnið" og Bygdarsavnið opið.

 

Vitin í Akrabergi verður alment opin, so fólk haðani kunnu skoða sunnastu natúr í Føroyum.

 

Frelsunarherurin setir dám á dagarnar við sangi og vitnisburði, men eisini Missiónshúsið og Brøðrasamkoman halda útimøtir á Ment 2013.

Jazz fólka og blues bólkarnir "YGGDRASIL" & "HVONN" vera at hoyra hóskvøldið saman við Kristian Blak, og fløguframi Sigmund Zachariassen undirheldur solo.

 

Onki tiltak í Sunnba uttan styrkiroynd, og í ár verður skipað fyri togtogan í pollinum, millum eysturbúgvar og vesturbúgvar við Bótará sum markið.

 

Ritgerð og lýsing av føroyskum dansi í Sunnba verður framløgd í gomlu dansistovuni, sum nú er farin um tey 100 árini, og frásøgufólk siga søguna um Dansistovuna í Skorti, og um Sunnbiar Dansifelag, v m, eins og at mentanararvur føroyinga verður gjølla greinaður.

 

Jákup Hjatalin, Absalon Absalonsen, og Palli Julsgart hava málningaframsýning í Sunnbiar skúla, og har umframt verða handalig verk, evnaði av næmingum í Sunnbiar kvøldskúla víst fram.

 

Sunnbøur er 3 stórstað markatalsbygd í Føroyum, so fenaður og djórahald hevur í øldir verði kjarnin í sunnasta bygd í Føroyum, men hóast fjallahagi ofta kann tykjast tungur at røkja, so hava Sunnbingar eins og onnur gjøgnum tíðirnar gjørt nyttu úr serstøkum seyðahundum, men tað er ein rár sjón nú á døgum, og tí verður skipað fyri Seyðahundasýning á mentanardøgunum í Sunnba í ár, og er tað Føroya Seyðahundafelag, ið skipar kappingina sum verður leygardagin 08 Juni.

 

Tað er gamal siður í Sunnba at skipað fyri kvøldsetu, bæði á Bygdarstevnu, Føstulávint og á øðrum fagnaðarløtum, og eisini á Ment 2013 verður slíkt borðhald hildið í Samkomuhúsinum, leygarkvøldið 08 Juni Kl. 20, við felags-sangi, undirhaldið, framførslum, steypahandan, fedranna talu, og skemti har Fimmbogi Lisberg stílar fyri og stórskemtarin Robert Mc.Birnie undirheldur, og aftan á borðhaldið leitar fjøldin sær í Billhústún, har Óla Jákup Rólantsson heldur Midnáttarrøðu og felagssangur verður sungin.

 

Leygarkvøldið endar við góðum dansi har Rúni og Fróði spæla, men eisini eru boð send eftir teim lokalu Sunnbiar-bitlunum, um at taka nøkur løg, eftir at teir nú skjótt hava havt ein steðg í 45 ár.

 

Hesin bólkurin nevndist Wild Lions, og spældi javnan til dans ymsa staðni í Suðuroy frá fyrst í 60 árunum til síðst í 60 árum.

 

Manningin í Wild Lions var serlig, við tað at teir, sum myndaðu bólkin vóru 3 x 2 brøður, og tveir av limunum, ávikavist Dánjal Petur Djurhuus, og Tummas Nielsen høvdu frammanundan stovnað og leikt í hinum so væl kenda bólkinum The Faroe Boys.

 

Teir í myndaðu Wild Lions

Dánjal P. Djurhuus

Niclas Djurhuus

Tummas Nielsen

Johannes Nielsen

Henry Dam

Jens Dam

 

Mentanardagarnir í Sunnba enda sunnudagin 09 Juni kl. 15.

 

Tá verður konsert í Sunnbiar Kirkju við Nicolinu av Kamarinum.