Á Mentanardøgunum 2022 bjóða Hellurnar tær innum dyrnar til júst teir røttu karmarnar við hugna og upplivingum, sum Hellurnar duga best at bjóða.
Kom við ein túr uppum Skarið, fá tær ein túr við Draganum ella fær ein biltúr til Hellurnar sunnudagin 4. september.
09.20- 10.50 Dragin fer úr Fuglafirði til Hellurnar. Keyp atgongumerki á www.atgongumerki.fo
11.00-12.00 Gudstænasta við Anne Mette Greve Klemensen presti. 12.00-15.00 Mowi hevur opið hús og bjóðar ein góðan drekkamunn. 12.00-16.00 Jórun Eið bjóðar inn til hugna við kaffi/te og køkum. 12.00- 16.00 Jústinus letur dyrnar upp til ein grýturætt og listafram sýning eftir Frits Johannesen. Bílegg matin á www.atgongumerki.fo
12.45- “Fríðkan av Hellunum”. Gongutúrur í bygdini saman við Frits. Frits sigur frá, um tey økið í Hellunum, sum skapa trivna á Hellunum.
13.30-15.30 Gongutúrur saman við Jústinus.
##med2##
Farið verður eftir nýggju bygda gøtuni til Oyndarfjarðar. Steðga verður á ymiskum støðum á vegn um har greitt verður frá søgum, náttúruøkinum og hvussu gøtan bleiv bygd. Endað verður hjá Mowi við drekkamunni og kunning um tað virkið tekst við.
14.30 Mowi bjóðar inn til kunning um virkið.
15.30 Dragin fer av Hellunum aftur til Fuglafjarðar. Bílegg atgongumerkið á www.atgongumerki.fo












