Mentanardagar: Grilltúrur við Jóhonnu

Fríggjakvøldið og leygardagin verður skipað fyri grilltúri við sluppuni Jóhonnu, um nóg nógv tekna seg.

Ymiskir aktivitetir verða eisini á sjónum, nú mentanardagar eru í Fuglafirði. 

 

Eitt av hesum tiltøkum verður leygardagin 12. september frá klokkan 10-14.

 

- Tá verður ein heilur fyrrapartur við alskyns aktivitetum á sjónum. Eitt nú fer at bera til at leiga kajakkir, at snorkla, luttaka í havsvimjikapping og mangt annað, sigur Hergeir Eldevig, samskipari.

 

Fríggjakvøldið klokkan 19 og leygardagin klokkan 16 verður skipað fyri grilltúri við sluppuni Jóhonnu, um nóg nógv tekna seg.

 

- Siglt verður í einar tríggjar tímar, har kjøt verður grillað, og tónleikurin fyllir sálina, sigur Hergeir Eldevig, samskipari.

 

Meira um mentanardagarnar í Fuglafirði kann lesast á: www.facebook.com/mentanifuglafirdi/events