Mentan til meiri enn eitt vikuskifti

Fríggjadagin er Mentan aftur í Sosialinum. Hesa ferð við eini fantastiskari flottari plakat eftir Una Árting og eini inspirerandi grein eftir Silju Strøm um listaheimin í Skotlandi.

Fríggjadagin er Mentan aftur í Sosialinum. Hesa ferð við eini fantastiskari flottari plakat eftir Una Árting og eini inspirerandi grein eftir Silju Strøm um listaheimin í Skotlandi.

 

Í hesum mentanarblað, sum er 24 síður og liggur inni í VikuskiftisSosialinum, eru millum annað tríggjar áhugaverdar samrøður við Jóanes Nielsen, Annfinn Heinesen og Jóhan Martin Christiansen.

 

Har er eisini ein spennandi grein um evropeiskar ímyndir og sjálvsmynd okkara. Meinhard Jensen hugleiðir um Hermann Jacobsen og Kyndavalsin. Harumframt eru bókaummæli og ein greining av, hvussu E-bókin fer at ávirka bókabransjuna.

 

– Sjálvandi er barnamentanarsíðan aftur í blaðnum. Og hesu ferð bjóða vit eisini lesaranum til listakviss, so vit kunnu bergtaka okkara næstu við vitan um list, sigur Inger Smærup Sørensen, sum ritstjórnar Mentan, sum er í Sosialinum einaferð um mánaðin.

 

Blaðið kann keypast á www.sos.fo