Mentan og vinnulív møtast í Ribarhúsi

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag og Kunningarstovan í Fuglafirði
bjóða til pallborðsfund í Ribarhúsi týskvøldið 28. februar 2006 kl. 19.00,
har evnið "Mentan og Vinnulív møtast" verður tikið upp til kjak.

Jóhanna á Bergi, søluleiðari hjá J.F.K. leggur fyri. Við pallborðið sita: Helgi Fossadal, stjóri á Listasavni Føroya, Jógvan Ósá, sjónleikari, Jóhan E. Simonsen, stjóri á Faroe Jet, Peter S. Holm, stjóri á Kaupthing, Randi í Jógvanstovu, arbeiðskvinna, og Uni Næs, prestur.

Umframt kjak verður eisini tónleikur, listaframsýning, kaffi og vaflur.

Í løtuni hanga hugvekjandi málningar hjá Hilmari Højgaard á hvítu brettunum.

Húsið er opið frá kl. 18.30.

Ribarhús og Piddasahandil er ein livandi varði frá farnari tíð. Ein miðdepil, har handlar, vinnulív og peningastovnar eru næstu grannar, og har vit gera okkum hugsanir um framtíðina.