Nú skulu eiðisfólk sjálvi til verka fyri at rudda í bygdini, sum samstundis kann fyrireika seg til eina mentanarviku.
Á bygdaráðsfundi herfyri vóru tvey mál til viðgerar, sum bæði hava við trivnaðin í bygdini at gera.
Fyrra málið var um at fyriskipa eina ruddingarviku, og skal hetta verða gjørt í viku 22, sum er í døgunum 30. mai til 4. juni.
Samtykt varð, at trivnaðarnevndin hjá kommununi skal taka sær av hesum.
Seinna málið í hesum sambandi er ein mentanarvika, sum verður hildin vikuna eftir ruddingarvikuna.
Hetta verður sostatt í viku 23, sum er frá 5. til 11. juni. Eisini í hesum førinum er tað trivnaðarnevndin sum skal taka sær av hesum málinum.