Mentan og mótarák

Tað gamla í tí nýggja verða lyklaorðini í snið- og handverkskappingini Upprák seinni í ár. Stigtakarnir Randi S. Vang og Jónhild Johannesen vóna ikki bara at síggja serføroyska mentan aftur í modernaðu stáspløggunum. Helst skuldu tey eisini givið ekkó á altjóða mótapallum kring heimin

Tær stíla høgt hesuferð. Við snið- og handverkskappingini Upprák vænta og vóna tær báðar eldsálirnar, Randi S. Vang og Jónhild Jóhannesen, at síggja onki minni enn eina røð av nýskapandi boðum uppá stásklæði við ráki úr føroyskum mentanararvi. Nakað so serstakt, at ongin hevur sæð tað fyrr, men sum vit føroyingar samstundis kenna okkum sjálvi aftur í. Og helst skuldu pløggini eisini givið ekkó á altjóða mótapallum kring heimin
Mótspæl til hópframleiðslu
Randi og Jónhild eru greiðar yvir, at hetta eru høg mál at seta sær, tá tað ræður um føroyskt listhandverk, ið annars ikki plagar at gera so nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum. Men tær eru ikki bangnar fyri at verða vónbrotnar
- Vit eru púra vísar í, at tað finst ómetaliga nógv tilfeingi innan føroyskt listhandverk, sum sera fá vita nakað um. Kappingin er ein roynd at geva teimum, sum arbeiða við føroyskum handverki, eina øðrvísi avbjóðing og nakað at miða fram ímóti. Hetta skal verða eitt høvi hjá teimum at gera nakað heilt serligt burturúr, og tí er virðislønin eisini lutfallsliga stór, siga Randi og Jónhild og sipa til tær 10.000 kr, sum standa uppá spæl hesuferð.
Virðislønin verður latin til tað avrikið, sum á besta hátt sýnir nýskapan og dygd í handverki við ráki úr egna mentanararvi okkara, sum tað stendur at lesa í kappingartreytunum. Fyri dómararnar er tað sostatt ikki nokk, at plaggið er nýskapandi. Dygdin, tað at avrikið er væl gjørt er heilt avgerandi, tí kappingin skal nevniliga eisini virka sum eitt mótspæl til hópframleiðsluna, sum hevur sett sín lítið kveikjandi dám á so mangt seinastu árini.
Rætta løtan
Randi og Jonhild hava altíð lagt stóran dent á dygdina í teimum tiltøkum, tær fyrr hava staðið á odda fyri innan føroyskt handverk. Á árligu søluframsýningini Gluggaglæma hevur dygdin altíð verið ein treyt fyri at vera við, og sjálskappingin síðsta ár var onki undantak. Nevnast kann, at sjálið, drotningin fekk í gávu frá Tórshavnar Býráð, nú kongafamiljan vitjaði í Føroyum, var bundið eftir vinnarauppskriftini frá sjálskappingini. So lítil ivi mundi verða um handverksligu dygdina.

- Í so máta eru vit so hepnar hesuferð, at tíðin veruliga tykist vera við okkum. Tað eru so nógv tekin beint nú um, at fólk eru farin at venda sær ímóti tí hópframleidda og eftirlíkningum og heldur vilja hava dygd á høgum støði. Tað fegnast vit sjálvandi um sum heild, men tað skuldi eisini givið júst hesi kappingini ein serliga góðan gróðrarbotn, siga tær báðar.
Tað gamla í tí nýggja
Men tað býr meir í kappingini og hugtakinum Upprák enn bara dygd og nýskapan. Heitið er tikið úr bókini Havið, har lívfrøðingurin Bogi Hansen lýsir upprák sum tað fyribrigdið, har sjógvur verður sogin upp úr djúpari løgum og hevur við sær tøðevni, sum taða lendið og skapa nýggjan gróður, har nóg mikið av ljósi er. Flutt yvir á sniðgeving og nýskapan, leggur kappingin Upprák á sama hátt upp til, at íblásturin til tað nýggja hevur røtur í og sprettir úr tí gamla.
- Vit hildu hetta fyribrigdi hóska sera væl til at lýsa tað, vit sóknast eftir. Tankin er, at listafólkið leitar sær íblástur í okkara serføroyska mentanararvi og gevur tí eitt modernað úttrykk. Tað nýskapandi uppstendur so í orginalu samanrenningini millum tað gamla og tað modernaða, alt eftir hvussu tú tulkar Upprák sum mynd uppá handverk og sniðgeving.
Á altjóða mótapallar
Randi og Jonhild dylja ikki yvir, at tær við kappingini eisini hava havt í huga, hvussu føroyskt snið kann fáa møguleika at gera seg galdandi í altjóða høpi.
? Tað er ongin ivi um, at tað etniska er høgt í metum á altjóða mótapallum beint nú. Til dømis eru bæði íslendsk og grønlendsk klændasnið av álvara við at gera seg galdandi í altjóða mótaheiminum. Vit hava allar møguleikar at gera tað sama, bara vit ikki missa okkum sjálvi burtur, men heldur netupp fokusera uppá tað serføroyska í nýggjum skapi. Tað er ikki ov nógv at siga, at føroyska handverkið er mergurin í okkara mentan, og tað er harfrá vit skulu byggja haldgóðar brýr inn í nútíðina, siga tær báðar.
At náa altjóða góðkenning er ikki eitt endamál í sær sjálvum fyri Randi og Jónhild. Hinvegin eru tær sannførdar um, at tað júst er í samskiftinum við onnur lond og rák, at tú kanst finna nýggja vinklar til títt egna, og soleiðis kanst halda á at mennast sum sniðgevi og listhandverkari.
???????
"Flóð- og fjøru" framsýning
Í september fer Upprák at ferðast sum ein "flóð- og fjøru" framsýning oman og niðan millum Norðurlandahúsið og Müllers Pakkhús. Frá 11. til 30. sept. verða verkini sýnd fram í Norðurlandahúsinum, og um somu tíð, í døgunum 10. til 18. sept. verða nøkur av verkunum sýnd fram á pallinum í Müllers Pakkhúsi, har søluframsýningin Gluggaglæma verður hildin hesar dagarnar.
?????????
Handverk hittast á heimasíðu
Á heimasíðuni www.gluggaglaema.fo ber til at lesa meira um Upprák. Á síðuni er eisini høvi at vitja "Vaglið" og kunna seg meir um virksemið hjá eini røð av handverks- og listhandverksfólkum í Føroyum.