Tórshavnar kommuna er undangongukommunan í landinum, sum við góðum kreftum dregur Føroyar aftaná sær. Hóast landsuppgávur, so átekur høvuðsstaðarkommunan sær gleðiliga nógvar tílíkar.
Tær mest umrøddu uppgávurnar, sum áttu at verið landsuppgávur, men eina og aleina liggja hjá Tórshavnar kommunu, eru høli til Tjóðpallin og stuðul til Klippfisk. Í báðum førum hevur Tórshavnar kommuna verið einasti stuðul, tí landið svevur og ger einki.
Samstundis er tað hent, at landið hevur skorið Mentanargrunnin við einum fimtingi, so aftur her verður minni av tøkum peningi til kreativt virksemi, sum longu framman undan er niðurpínt. Tí kunnu vit skjótt koma til tað greiðu niðurstøðu, at tað er bara í Tórshavnar kommunu at mentanin eigur politiskan stuðul.
Men stuðulin til mentanarligt virksemi í høvuðsstaðnum kundi verið munandi dyggari, tí tað er her, at flestu føroyingar búgva. Eg vil virka fyri at mentan og list verða raðfest enn hægri, so vit fáa ein enn ríkari bý, ikki bara at liva í, men eisini at trívast í.
Mentan og list skulu umsitast á høgum fakligum støði og í tøttum samstarvi við borgaran í Tórshavnar kommunu.
Vel meg á lista E!
Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/hallbjorg
Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga!