Mentan og kaffi

Tað eru tey, ið siga at Norðurlandaráðið og fundir tess eru ikki annað enn kaffi.

 

Ein kaffiklubbur. Men eftir drúgvu fundirnar í Reykjavík í síðstu viku hittust teir tríggir, føroyski mentamálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen, íslendski starvsbróður hansara Björn Björnsson og sangarin Bubbi Morthens á Hótel Borg í miðum býi. Á skránni stóð kaffi og mentaprát.

Íslendski mentamálaráðharrin hevði fest seg við, at føroyski starvsbróðurin hevði alstóran tokka til sangirnar hjá Bubba. Í talu í Norðurlandaráðnum hin 7. november hevði Tórbjørn Jacobsen nevniliga lagt fyri við at sitera Bubba Morthens, sum í einum sangi sigur ?Þeir sem enga hugsjón hafa, halda kannski að, hamingjan sé fólgin í, að hreyfast ekki úr stað.? Tey sum onga hugsjón hava, halda kanska, at eydnan er at finna, har alt stendur í stað.

Hósdagin eftir røðuna var tað, at íslendski mentamálaráðharrin fekk rættan útnorður kaffi-fund í lag millum føroyska Tobba og íslendska Bubba. Teir skiftu orð um tónleik og samstarv londini millum, m. a. varð komandi Listastevnan umrødd.