Mentan í menning

At ætlanir eru frammi um at byggja eitt mentanarhús í Runavík kemur ikki av ongum.

Hesi seinnu árini hevur mentanarlívið í kommununi staðið í blóma, og meiri og meiri sæst eisini til ymiskar listagreinir og nýggj listafólk.
Í samband við stóra vinnustevnu í Runavík í fjør heyst varð hildin ein mentanarvika í kommununi, og ætlanin er at endurtaka hetta aftur í heyst.
Men teir røttu karmarnir til eina enn størri menning av mentanini vanta. Tí hevur Mentanarhúsfelagið sett sær fyri at fáa eitt slíkt hús upp á beinini.
Sum skilst skal hesin bygningurin standa frammi við Løkin, og var ætlanin at samantvinna ætlanina við ein nýggjan skúlabygning á økinum.
Hvussu verður við hesum ætlanum er ikki greitt enn. Men helst fer ein avgerð at verða tikin í hesum máli rættiliga skjótt.