Í sambandi við at endurbyggingin av býlinginum Heimi í Húsi í Koltri verður liðug, skipa Koltursgrunnurin og Tórshavnar kommuna fyri mentanardøgum við áhugaverdum tiltøkum í døgunum frá 21. til 24. juni. Byrjað verður hósdagin 21. juni við tiltaki fyri fyri innbodnum, tá formlig handan av A.P. Møller-verkætlanini verður í Koltri á middegi. Leygardagin verður “opin oyggj”, tey kalla.