Í ískoystisblaðnum »Mentan« sum er í Sosialinum hetta vikuskiftið, kanst tú lesa áhugaverdar samrøður, ummæli, hugleiðingar, tíðindi og annað.
Í »Mentan« hesaferð er eitt nú samrøða við tónleikaframleiðaran Jens L. Thomsen, sum miðvíst roynir at menna seg og sínar framleiðslur, grein er um Regin Dahl, føroyskt tónaskald í útlegd, og prestur skrivar um kirkjulist.
»Mentan« er 24 síður stórt, og ritstjóri er Inger Smærup Sørensen.










