Fyri løtu síðani byrjaðu mentanardagarnir á Eiði. Fyrsta tiltakið er ein døgurði og hugnaløta fyri børn í skúlaaldri. Og í kvøld er hugnaløta í Korndalsgarði fyri børnum undir skúlaaldur.
Lagt er upp til eina heila viku við alskyns tiltøkum, framsýningum og hugnaløtum fyri allar aldursbólkar í bygdini.
Eitt sera áhugavert tiltak verður í kvøld í Eiðis skúla. Tá fer ævintýrrógvarin, Chris Duff at siga frá ferð síni í serbygda báti síni til Føroyar og víðari til Íslands.
Annars heldur vikan fram við framsýning í Korndalsgarði, í Látrinum og mikukvøldið verður møti og hugnaløta fyri ung í Karmel.
Leygardagin verður morgunmatur við sangløtu í samkomubygninginum Mizpa, og sama kvøld skipar Eldrafelagið á Eiði fyri hugnaløtu í Múlavík.
Her fer Jóan Pauli Joensen, professari at gera sínar hugleiðingar um Eiði sum gamla útróðrarbygd. Eisini verður sangur og ein kaffimunnur at fáa.
Sunnudagin verða tvey tiltøk á skránni: Høvið verður hjá fólki at fara siglitúr við sluppini Westward Ho norður um Kollin, og um kvøldið fer Jógvan Fríðriksson, bispur at halda fyrilestur í skúlanum um evnið Tolsemi.