Mentamálaráharri úr Álandi á vitjan

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur síðani mánadagin havt vitjan av álendska starvsbróðuri sínum Johan Ehn

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur síðani mánadagin havt vitjan av álendska starvsbróðuri sínum Johan Ehn.

 

Á ferðini hava teir báðir saman við embætisfólki vitjað í Tinganesi, í Løgtinginum, á  Vinnuháskúlanum og í Norðurlandahúsinum. Eisini hava teir vitjað norðanfyri í Sjónámi, Christianskirkjuni, á Føroya Bjór umframt Gamla Seglhúsið í Klaksvík. Fundur og kunning var somuleiðis í Mentamálaráðnum, har partarnir skiftu orð um ymisk viðkomandi evni.

 

Í Christianskirkjuni Í Klaksvík greiddi Alex Sólstein, fyrrverandi skúlastjóri, frá søguni um altartalvuna eftir listamannin Joakim Skovgaard og um kirkjuna annars. Edward Fuglø, listamaður, greiddi frá hugtakandi listaverkum í kirkjukjallaranum, sum hann á meistarligan hátt hevur tilevnað úr timbri saman við Sjúrði Sólstein, snikkara.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at hann fyrr í vár vitjaði í Álandi, og at hesar báðar vitjanirnar hvør hjá øðrum og teir fundir, sum hava verið í hesum sambandi, hava havt sum endamál at byggja upp breiðari samstarv millum londini á útbúgvingar- og mentanarøkinum.