Mentamálaráðið kært til umboðsmannin

Føroya Lærarafelagi hevur kært Mentamálaráðið til Løgtingsins Umboðsmann.


Fakfelagið við hava at vita, um tað er rætt at siga leiðararnar í Hvalvíkar og Hósvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni er greitt. Tað skrivar Skúlablaðið.
Harumframt vil Føroya Lærarafelag hava greiðu á, hvørjar avleiðingar eitt nei eigur at hava fyri skúlarnar.


Fakfelagið metir nevniliga, at eitt nei á fólkaatkvøðuni, skal tulkast sum at skúlarnir varðveita egna leiðslu og skúlastýri, og vísa á, at um leiðsla og skúlastýri verða niðurløgd, og skúlarnir lagdir saman við felagsskúlan, so er tað at meta sum ein niðurlegging av skúlunum.


Kæran kemur í kjalarvørrinum av, at fakfelagið hevur verið á fleiri fundum við Mentamálaráðið um trupulleikan.


- Lærarafelag var á trimum hoyringarfundum saman við skúlaleiðarunum, har gjørt var vart við støðuna hjá felagnum, men tó uttan úrslit. Mentamálaráðið gjørdi tá Lærarafelagnum greitt, at arbeiðið at leggja skúlarnar saman fer at halda fram, sama hvat úrslitið av fólkaatkvøðunum verður, skrivar Skúlablaðið.