Mentamálaráðið ger eisini Skansanum ilt!

Her fyri var dúgligt kjak um Skansan og mentanarvirðið hansara. Men kjakið hevur verið fámælt, síðan Tórshavnar kommuna broytti sínar ætlarnir fyri økið. Mentamálaráðið rópti harðast og fekk sín vilja.

 

Mentamálaráðið metti, at ætlanirnar, sum Tórshavnar kommuna hevði fyri Skansan, vóru til óbótaligan skaða. Men hevur Mentamálaráðið ikki sjálvt veitt Skansanum óbótaligan skaða, sum økið hevur staðið í nógv ár?

 

Verandi støða er ein vanvirðing ímóti Skansanum. Um Mentamálaráðið heldur, at Skansin hevur eitt mentanarvirði, sum vit skulu hjúkla um, so er tað í øllum førum ikki serliga sjónligt í dag.

 

Tí vil eg - við einum lándum hugtaki - mæla Mentamálaráðnum og øðrum stovnum til at virðisøkja mentanarvirðið á Skansanum sum skjótast. Tá landsstýriskvinnan er í fjølmiðlunum og prædikar um óbótaligar skaðar, áleggur hon samstundis sær sjálvari at útinna tær broytingar, ið skulu til fyri, at Skansin kann røkka sínum fulla mentanarvirði.

 

Har eru fleiri møguleikar á Skansanum, men eg havi fest meg við ein upplagdan møguleika.

 

Skansin er helst týdningarmesta krígsminni, vit hava í Føroyum. Skansin skal gerast í stand og umvælast. Hurðarnar skulu latast upp, so hann kann miðla føroyska krígssøgu.

 

Tað er upplagt at hava smærri virksemi á Skansanum, eitt nú eitt savn við kafé. Savnið skal siga søgurnar um tjóvar og brotsgerðir annars; søgur, sum eisini siga nakað meira um samfelagið.

 

Líknandi søgukynstur verða brúkt í nógvum søvnum kring um Føroyar, og tað riggar væl, tí søvnini siga frá persónligum søgum, sum børn skilja, meðan vaksin síggja heildarmyndina um samfelagið, sum søgurnar miðla.

 

Ein kafé skal sjálvandi vera á Skansanum, og hon skal freista øllum niðan. Tí hvat kann vera frægari enn ein túrur niðan á Skansan ein veðurvakran dag at njóta okkurt gómagott á hesum náttúruvakra økinum, sum er týdningarmesta krígsminni í Føroyum?

 

Afturat hesum kann nevnast, at virðisøkingin av Skansanum skal bara vera ein liður í einari virðisøking av øllum forminnunum kring landið. Við einari ferðavinnu, sum veksur áleið 10 prosent hvørt ár, er hetta alneyðugt.

 

Bartal Kamban,

Etnologi lesandi