Mentamálaráðið bakkar fyri trýstinum

Kunningarfólkið verður sett »innan fyri karmin, sum er ásettur í sáttmálanum«, og so verður starvið lýst leyst.

 

Tað skrivar Mentamálaráðið í fráboðan, sum tey hava sent fjølmiðlunum í kvøld:

 

»Mentamálaráðið hevur verið fyri stórum atfinningum í fjølmiðlunum og hjá fleiri fakfeløgum fyri at bróta almenna setanarpolitikkin, tá ið eitt starvsfólk er sett tíðaravmarkað at styrkja og menna samskiftisøkið í ráðnum.

 

Mentamálaráðið hevur tikið atfinningarnar til sín og hevur gjørt av at endurskoða tíðaravmakaðu setanina, soleiðis at hon heldur seg innan fyri karmin, sum er ásettur í sáttmálanum. Starvið verður síðani  lýst leyst til øll at søkja.

 

Mentamálaráðið harmast um óneyðuga rumblið, sum setanin av kunningarfólki hevur havt við sær«, skrivar Mentamálaráðið.