Mentamálastýrið upplýsti bert ein triðing av sannleikanum

Men Fíggjarnevndin tekur undir við at Mentamálastýrið keypir Grunnabygningin fyri tilsamans góðar 21 mió. kr. Av hesum eru 7 mió. kr. sum landskassin eigur vegna Lønjavningargrunnin, so í veruleikanum er talan um 14 mió. kr. sum Grunnabygningurin kostar at yvirtaka

Ólavur í Beiti


Í viðmerkingunum til málið um keypið av Grunnabygninginum, sum Mentamálastýrið skal flyta í, verður sagt, at Fíggjarnevndin hevur brúkt drúgva tíð at viðgera og kanna hetta mál nærri.

Og høvuðsorsikin til tað er, at viðmerkingarnar í uppskoti landsstýrisins til eykajáttanina fyri oktober 98 als ikki hevur verið nøktandi, og hetta átalar nevndin eisini.


Bert ein triðing

? Upplýst er, at Undirvísingar- og Mantamálastýrið skal yvirtaka partin hjá Húsalánsgrunninum í bygninginum á Hoyvíksvegi 72 (Grunnabygninginum) fyri bókført virði 6.887.639 krónur.

? Undir viðgerðini av málinum er komið fram, at talan er bert um ein triðing av øllum bygninginum og at Undirvísingar- og Mentamálastýrið eisini skal keypa triðingin hjá Menningargrunninum fyri umleið somu upphædd, meðan landskassin eigur triðingin hjá Lønjavningargrunninum. Talan verður sostatt um húsakeyp fyri tilsamans umleið 14 mió. kr., verður sagt í álitinum hjá Fíggjarnevndini.


Spara 1 millión árliga

Og uppslýst verður eisini at mentamálaráðharrin Signar á Brúnni hevur upplýst undir hoyringini, at fígging skal finnast innan verandi karmar á fíggjarlógini.

Undir viðgerðini er Fíggjarnevndin eisini komin eftir, verður sagt í álitinum, at við hesum húsakeypi fylgir ein munandi sparing av leiguútreiðslum fyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Talan er um eina góða millión krónur árliga, sum stovnar, ið skulu húsast í bygninginum, gjalda í dag, verður upplýst í álitinum hjá Fíggjarnevndini.