Mentamálastýrið stingur lærarar í ryggin

- Vit eru ógvuliga kløkk og ófatiliga vónbrotin av okkara arbeiðsgevara. Mentamálastýrið hevur valt at brúka orkuna uppá at fáa próvtøkuuppgávur gjørdar heldur enn at loysa málið. Tað er átaluvert og eigur at geva teimum, sum hava gjørt uppgávurnar, ringan smakk í munnin, sigur Emmy S. Joensen, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag

BLOKADAN
Eftir øllum at døma er blokadan, sum Føroya Lærarafelag setti í verk seinasta heyst móti allari próvtøkuuppgávugerð til skrivligu royndirnar í fólkaskúlanum í summar, tileinkisgjørd av Mentamálastýrinum. Mikudagin segði Óli Holm, landsstýrismaður við skúlamálum, frá tingsins røðarapalli í svari til ófráboðanan fyrispurning frá Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinnu, at uppgávurnar eru gjørdar og próvtøkurnar verða sum ætlað. Hvør hevur gjørt uppgávurnar, vil hann einki siga um.
Hetta kemur sera illa við hjá Føroya Lærarafelag.
- Tað er sera harmiligt, at fólk hava átikið sær at gjørt arbeiði, sum er rakt av blokadu. Vit eru ógvuliga klókk og ófatiliga vónbrotin av okkara arbeiðsgevara. Vit taka málið í stórum álvara. Slík atgerð er við til at máa støðið undan fakfelagsarbeiði og tí samanhaldi, sum eigur at eyðkenna fakfelagsarbeiði. Mentamálastýrið hevur valt at brúka orkuna uppá at fáa próvtøkuuppgávur gjørdar heldur enn at loysa málið, og tað eigur at geva teimum og fólkunum, sum hava gjørt uppgávurnar, ringan smakk í munnin. Tað er átaluvert, uttan mun til, um tað eru lærarar ella onnur sum hava gjørt uppgávurnar.Hesi eru vard av eini lóg, men nú er vandi fyri, at lærarar fara at gita, hvør hevur gjørt tær og ikki, og tað er sera óheppið, sigur Emmy S. Joensen, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag.

Víst á loysnir
At tað hevur eydnast Mentamálastýrinum at yvirtala fólk at gera próvtøkuuppgávur, hóast ein blokada er í gildi, sigur nógv um, hvønn arbeiðshátt, Mentamálastýrið nýtir, sigur Emmy S. Joensen.
- Í staðin fyri at brúka alla orkuna til at finna eina virðiliga loysn á trætuni, hevur okkara arbeiðsgevari valt ta vánaligastu loysnina. Føroya Lærarafelag hevur víst á fleiri gongdar leiðis soleiðis at málið kann loysast, blokadan kann takast av og lærarar sleppa at gera uppgávur til royndirnar.
Hon vísir á, at nógvir møguleikar eru at loysa málið.
- Við hesi atgerðini hevur Mentamálastýrið loyst akuttu trupulleikarnar, men vit eru ongantíð so langt frá eini loysn sum nú. Mentamálastýrið setur seg nú afturá og staðfestir, at hvørki kommunur ella Fíggjarmálastýrið eru til at tosa við um hesi viðurskifti. Okkara arbeiðsgevari kastar alla ábyrgd frá sær, og tað eigur ongantíð at koma fyri. Vit hava ikki sæð enn, at allir partar í trætuni brúka neyðugu orkuna til at loysa trupulleikan.


Føroya Lærarafelag arbeiðir út frá einum áliti, sum Mentamálastýrið, Føroya Lærarafelag og umboð fyri kommunurnar í felag hava gjørt um ábyrgd av savnsrøktini.
- Tilmælið í álitinum vísir, hvussu savnsrøktin kann avgreiðast, og Mentamálastýrið eigur at ábyrgdast fyri hetta, tá ið ein semja eftir samráðingar staðfestir, at loysnir skulu finnast, og allir partar eru við. Tað ber ikki til hálvt annað ár eftir at siga, at Mentamálastýrið einki meinti við álitinum. At so skúlin dettur niður ímillum tvey stýri og hvørki vil kennast við málið, er ein stórur trupulleiki.
Spurd um ikki Føroya Lærarafelag hevur tikið næmingarnar í framhaldsdeildini sum gíslar í málinum og um tað ikki er uppgávan hjá Mentamálastýrinum at síggja til, at næmingar sleppa upp til roynd, svarar Emmy S. Joensen.
- Eg skilji væl, at Mentamálastýrið hevur ein álvarsaman trupulleika at loysa, men Føroya Lærarafelag vil eisini, at næmingarnir sleppa til roynd og vit hava lagt stóra orku í at loysa málið. Vit hava víst á nógvar gongdar leiðir, sum allar eru afturvístar. Mentamálastýrið, Fíggjarmálastýrið og kommunurnar hava ábyrgdina av, at málið ikki er loyst.
Blokadan stendur framvegis við, og hon hevur síðani 20. februar eisini umfatað savnsrøktina á skúlunum kring landið. Tað merkir, at lærarar, sum áður hava røkt og viðlíkahildið serstovur, ikki skulu gera hetta arbeiðið. Um blokadan verður herd upp aftur meir, er støða ikki tikin til enn.