Àhugavert var í farnu viku at fylgja við setanarshowinum hjá nýggja lands-antikvarinum. Hví Føroya Landsstýri fer útum landoddarnar at leita eftir fólki til hetta starv er mær ein gáta? Skulu føroyingar ikki sjálvir manna tílík størv í framtíðini. Er tað politikkur tjóðveldisfloksins at útlendingar skulu menna alla gransking og fyrisiting í Føroyum? (T.e. danir).
Vit kunnu liva við at landsstýriskvendi ikki skilir ímillum kall- og kvenn-kyn, hvørfall og hvønnfall. Landsstýriskvinnur og menn koma og fara. Men eitt starv sum landsanti-kvarur er av nógv størri týdningi enn nakrar aspirerandi seminaristur yvirhøvur kann skilja. Tað ber ikki til at taka tilvildarligar útlendingar av gøtuni bara tí teir duga at siga "grind, spik og skerpikjøt." Um tjóðveldisflokkurin ikki ruddar upp eftir sær í hesum máli, fer tað at fáa keðiligar avleiðingar fyri land og fólk.
Ein botnur má finnast, tí tílíkt skilaloysi hoyrir ongastaðni heima og leiðsla floksins eigur at standa til svars í hesum máli. Skal grundlógarnevndin eisini skerast eftir hesum leisti?