Mentamálaráðið setti Kringvarpið upp á pláss

ALMENT INNLIT Eft­ir at Kringvarp Før­oya noktaði Miðl­a­húsinum inn­lit í provi­sjóns­av­­tal­una, sum privat parta­felag fær fyri at selja spons­or­at í Kring­varp­in­um, er avgerðin koll­dømd. Miðla­hús­ið skal hava hetta innlit, sigur Menta­málaráðið

Eirikur Lindenskov

Kringvarpið má nú geva Miðla­húsi­num innlit í tær av­talur, sum almenni stovnurin Kring­varp Føroya hevur gjørt við priv­ata smápartafelagið Sp/F Pro­gress. Avtalan snýr seg um, hvussu nógv privata parta­fel­agið fær fyri at selja spon­so­rat í almenna Kring­varpi­num.
Miðlhúsið bað um innlit í av­taluna, í øll fylgiskjøl til av­tal­una og í øll undirskjøl til av­taluna. Miðlahúsið fekk inn­lit í av­taluna, men Kring­varp­ið nokt­aði at geva inn­lit í, hvussu nógv Sp/F Pro­gress fær fyri ó­­mak­­in.
Í sáttmálanum verð­ur út­grein­að, at »sp/f Pro­gress fær loyvi til at selja sponsor­av­tal­ur vegna KvF av øll­um send­ing­um og øðrum spons­or­um­ráðum hjá KvF.«
Sambært sáttmálanum verð­ur sp/f Progress pro­vi­si­óns­lønt fyri sítt arbeiði, og tað verð­ur vanliga gjørt fyri at eggja sølufólki til at selja so nógv sum yvirhøvur til­ber.
Tað einasta, ið Kring­varp­i­ð – sum átti at verið tann stovn­ur, sum virdi lóg­ina um al­ment innlit mest – vildi siga, var, at:
– Vit halda, at talan er um »fíggj­ar­lig viðurskifti hjá ein­stak­ling­um«, tá Kringvarp Før­oya let­ur prov­isión fyri at út­vega stovn­i­num inntøkur, og vit halda som­u­leiðis, at tað hev­ur »stór­an fíggj­ar­lig­an týdn­ing fyri tann persónin ella virk­ið, sum upplýsingin við­vík­ur«.
Soleiðis noktar almenni pub­lic service stovnurin, Kring­varp Føroya, al­menn­ing­i­num innlit í, hvussu nógv stovn­urin rindar fyri kapp­ingina móti privatu miðl­u­num.

Miðlhúsið kærdi avgerðina
Eftir svarið úr Kring­varp­i­num, kærdi Miðlahúsið fyr­i­sit­ing­ar­ligu avgerðina hjá Kring­varp­inum til Menta­mála­­ráð­ið, sum hevur upp­gáv­u­na at meta um og taka støðu til, um treytin fyri at sýta inn­liti hjá Kring­varp­in­um er upp­fylt.
Poul Geert Hansen, að­al­stjóri í Mentamálaráðnum, vís­ir í grundgevingini til av­gerð­ina um at kolldøma av­gerð­ina hjá Kringvarpinum á, at í viðmerkingum til donsku lógina um innlit í fyr­i­sit­ing­ina, sum er einsljóðandi og tann før­oyska, verður dent­ur lagd­ur á, at gjørd verður ein í­tøk­i­lig meting í tveimum pørt­um, sum báðir skulu vera lokn­ir, áðrenn sýtt kann verða fyri innliti.
– Í fyrsta lagi skal støða tak­ast til, um talan er um vinn­u­við­ur­skifti ella líkn­andi, og í øðrum lagi skal met­ing­in vísa, um innlit vil hava við sær fíggj­ar­ligan miss fyri virk­ið, sum upplýsingin snýr seg um, skrivar Poul Geert Han­sen.
Mentamálaráðið hevur tí bið­ið Kringvarpið um neyv­ari frágreiðing, og har vísir Kringvarpið til, at stór kapping er á øki­n­um, og at smærri pro­sent­stig skilja sølufólk og lýs­ing­ar­fyr­i­tøk­ur.
– Tí verður mett, at innlit í pro­sent­hædd­ina kann skaða virk­semið hjá Sp/F Progress – ser­liga í uppbyggingartíðini – so mikið nógv, at tað fer ikki at loysa seg fíggjarliga hjá Sp/F Progress – at útvega Kring­varp­inum sáttmálar um í­skoyt­isveitingar, sigur Kring­varp­ið í frágreiðingini til Ment­a­mál­a­ráðið.

26 ára gamalt fordømi
Mentamálaráðið kundi við fyrstu frágreiðingini stað­festa, at talan er um vinn­u­við­urskifti hjá Sp/F Pro­gress. Hinvegin var tað ikki møguligt hjá Menta­mál­a­ráð­num at taka støðu til, um tal­­an var um upplýsing, sum, varð hon almenn, vildi hava við sær fíggjarligan miss fyri virk­ið.
Síðani vísir Ment­a­mál­a­­ráð­ið á, at Kringvarpið í frá­­­greiðing sínari greiðir neyv­ari frá síni avgerð, men grundgevingin er fram­hald­andi, at talan er um upp­lýs­ing, sum Kring­varpið ikki met­ir eigur at verða almenn, tí vandi er fyri kapping.
Síðani greiðir Menta­mál­a­ráð­ið soleiðis frá:
– Danski umboðsmaðurin er grei­ð­ur í niðurstøðuni (FOB 1987.242): »at der ikke ved afgørelsen af ak­t­ind­sigts­spørgs­mål­et kunne læg­ges af­gør­ende vægt på risi­ko­en for underbud fra en kon­kur­rent, idet xxfirmaet und­er alle omstændigheder løb­ende risikerede at blive und­er­budt af konkurrenter. Om­buds­mand­en fandt så­led­es, at et eventuelt und­er­bud ville være et ud­slag af den almindelige kon­kur­ren­c­e­s­i­t­u­ati­on, hvorfor det ikke var godt­gjort, at aktindsigt ville ind­e­bære en nærliggende ris­i­ko for tab.«
Vísandi til hetta metir Ment­a­mál­aráðið ikki, at treyt­irnar fyri at sýta innliti vís­andi til grein 12, stk. 1, 2. punkt í lógini um innlit í fyr­i­sit­ing­ina eru loknar, soleiðis at tal­an er um upplýsing, sum kann verða undantikin inn­liti.
– Kæra tygara verður við hes­um gingin á møti, og Kring­varp Føroya fær boð um at lata tygum innlit í pro­sent­upp­hædd­ina í sáttmálanum millum Kring­varp­ið og Sp/F Progress, sig­ur Ment­a­mál­a­ráð­ið, sum har­við gev­ur journalistunum í Miðla­hús­i­num rætt í kæruni í­móti journa­list­u­num í Kring­varp­i­num.