- Sum myndugleiki á økinum eigur Mentamálaráðið at skipa so fyri, at karmarnir á forskúlaøkinum eru optimalir og skera ígjøgnum, millum annað í leiðsluspurninginum. Tað er greiða niðurstøðan hjá Jóhan Christiansen, sum er borgarstjóri í Eysturkommunu.
Eysturkommuna fór í summar undir forskúla í kommuni. Ein arbeiðsbólkur sat framman undan og útgreinaði, hvussu forskúlin skuldi skipast. Leiðsluviðurskiftini vórðu latin upp í hendurnar á Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag at gera av.
Einki røkist fyri, at feløgini finna eina loysn áðrenn næsta skúlaár, og tí noyðist Mentamálaráðið at skera ígjøgnum, heldur Jóhan Christiansen.
Í hesum skúlaárinum eru 27 børn í forskúlanum í Eystur kommunu. Næsta ár er ætlanin at hava 38 børn í forskúlanum.










