Mentamálaráðið ikki svarað enn

Eftir at soppavøkstur varð staðfestur í skúlanum á Giljanesi, hevur verið arbeitt við at finna eina loysn, sum helst skal enda við einum nýggjum skúla.

Vága kommuna, ið varar av skúlanum hevur sent eina umsókn til Mentamálaráðið um hetta, eftir at soppavøkstur varð staðfestur á skúlanum í 2009. Enn er einki svar komið haðani.

Fyri at nøkta bráfeingis hølistørvin, hevur kommunan keypt tvær pavilliongir at nýta til skúlastovur.

Eisini húsast tveir skúlaflokkar á kommunuskrivstovuni í Sandavági.

Lítil ivi er um, at næmingar og lærarar mugu brynja seg við toli, tí tað fer eisini at taka sína tíð at byggja ein slíkan nýggjan skúla.

Men fyrst má altso eitt endaligt svar koma úr Mentamálaráðnum.