Mentamálaráðið heiðrar Zacharias Heinesen og Jógvan Isaksen

Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Zachariasi Heinesen, listamanni, og Jógvani Isaksen, rithøvundur fær Heiðursgávu Landsins frá Mentamálaráðnum mánadagin

Landsstýrismaðurin í mentamálum letur virðislønina eftir tilmæli frá nevnd umboðandi føroysk listafólk. Virðislønin er kr. 150.000.
Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal tann, ið fær virðislønina, hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listalig avrik, ið gera, at viðkomandi hevur uppiborið henda heiður.

Týdningarmikil partur av føroyskari søgu
Nevndin, ið ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur í grundgeving síni:
“Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Zachariasi Heinesen, fyrst og fremst fyri hansara framúr góðu listaverk og harumframt týdning hansara fyri myndlistina og menning hennara í Føroyum. Sagt verður um Zacharias Heinesen, at hann við síni sermerktu innliving í landslagið, sínum viðkvæmi í litunum og musikalsku strikum hevur verið við til at skapa ta mynd, sum er kend og elskað sum tann føroyska myndin. Zacharias Heinesen hevur ígjøgnum eina lívslanga listarliga tilgongd havt eina tráan eftir nýggjum avbjóðingum og margfeldi, men tað er kanska mest av øllum hansara heilt egna og djarva ekspressionistiska landslagsmynd, ið stendur sum ein varði eftir hann og sum eisini hevur kveikt listarliga neistan í mongum av okkara listafólkum. Zacharias Heinesen eigur ein týdningarmiklan part í føroyskari myndlistasøgu”

Nærlagdur, gávumildur og arbeiðssamur
Umframt Mentanarvirðirsløn Landsins letur landsstýrismaðurin Heiðursgávu Landsins. Heiðursgávan er kr. 75.000 og verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku – t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri – sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan týdning fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív.
Nevndin hevur gjørt tilmæli til landsstýrismannin um at lata Jógvani Isaksen Heiðursgávu Landsins fyri 2006, og hon sigur í grundgeving sínari:
“Heiðursgáva Landsins verður latin Jógvani Isaksen fyri hansara fjølvirkna leiklut á tí føroyska mentanarpallinum. Sum bókmentafrøðingur hevur Jógvan í greinum, bókum og monografiskum lýsingum av einstøkum høvundum varpað ljós bæði á ritverkið og serstakliga á føroyskar bókmentir í seinasta triðingi av 20. øld. Sum rithøvundur hevur hann, við teimum vælskrivaðu og vælflættaðu skaldsøgunum um Hannis Martinsson, givið Føroyum sess í krimiskorini í heimsins bókmentahaga. Og sum útgevari hevur hann sum fáur givið nýggjari føroyskum fagurbókmentum, í bundnum sum óbundnum máli, prentligan útveg. Hansara leiklutur, sum eisini fevnir um ritstjóraarbeiði, framflutning av føroyskum bókmentum uttanlands, krimibøkur fyri ung og bókmentir um list, er samanumtikið eyðkendur av nærlagni, gávumildi og merkisverdum arbeiðssemi”
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, handar Mentanarvirðisløn og Heiðursgávu Landsins í Norðurlandahúsinum mánadagin 15. januar kl. 19.00.