Mentamálaráðið: Eitt tilboð kemur í skúlaárinum

Tað eru onnur enn Ingvald á Kamarinum, sum eru áhugað í at veita børnum við atferðartrupulleikum serlig tilboð, men hesi fáa øll fundarboð í næstum, sigur Mentamálaráðið

Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, sigur, at Mentamálaráðið arbeiðir við spurninginum um at fáa eitt serligt tilboð tið næmingar við atferðartruplum næmingum. Ingvald av Kamarinum og Fjordskolen er ein av teimum, sum hava víst áhuga, men tað eru fleiri onnur eisini.

– Og vit ætla at hava ein fund við hesi áhugaðu fólkini ein av fyrstu døgunum, sigur Olaus Jespersen. Mentamálaráðið hevur tó ikki givið fundarboð enn, men tá fundurin skal vera um ikki so langa tíð, fáa fólk helst boðini skjótt.

Olaus Jespersen vísir á, at landsstýrismaðurin ikki fekk neyðugu heimildirnar fyri at kunna at veita næmingum við atferðartrupulleikum serlig tilboð, fyrr enn 7. juni í ár. Í dag skriva vit 30. oktober, men framvegis er einki ítøkiligt hent á økinum. Olaus Jespersen metir tó, at vit í hesum skúlaárinum kunnu rokna við onkrum tilboði til næmingar við atferðartrupulleikum.

– Tað verður tað nokk, og pengar eru eisini til tað, sigur hann. Talan er tó ikki um meiri enn eina hálva millión – tað vil siga nakað sum minnir um tvær læraralønir. Tað ljóðar ikki av nógvum, men sambært Olaus Jespersen verður tað tilboðið, sum kemur, fyri hesar 500.000 krónurnar.