Mentamálaráðharrin fór til klaverið

Ofta er tað so at tað spontana og tað undrunarverda er tað, sum fólkinum dámar best. Og tað var júst hetta sum fólk upplivdu henda seinnapartin í Oasuni.
Jógvan á Lakjuni var boðin at tala til vígsluna, og tað gjørdi hann bæði gott og víst.
Hann tosaði um týdningin av eini oasu í eini oyðimørk, og dró her paralellir við ta kelduna við Lívsins Vatni, sum ongatíð verður tóm og har tann, ið drekkur av henni ongatíð verður tystur aftur.
- Júst hetta kemur so væl fram í sanginum Við krossin tín, o Jesus, sum eg fari at lesa upp. Nei, eg haldi bara, at eg syngi hann!, segði Jógvan.
Aftanfyri hann stóð klaverið klárt, og við síni vøkru rødd sang hann øll ørindini í hesum sanginum, til miklan fagna frá fólkinum í salinum og teimum sum lýddu á gjøgnum útvarpsrásina Lindina.
Tað eru helst ikki mangir aðrir mentamálaráðharrar, ið gera honum henda kunstin eftir!